90 bilar til Drive-in Church í Leirvík

Í gjár skipaðu Leirvíkingar og KFUM&K í Klaksvík fyri einum bilmøti – Drive-in Church. Møtið var hildið á parkeringsplássinum við vøllin í Leirvík. Tað byrjaði klokkan 21.00, og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn parkeringsplássið fyltist. Møtið varð sent beinleiðis á Lindini, so ikki var neyðugt at rulla vindeyguni niður.

Kartin Høgnesen innleiddi møtið, Bergur Debes Joensen talaði, Heðin Askham sang nakrar sangir og ein lovsongsbólkur upp á 6 fólk leiddi góðan lovsang.

Hóast tað var frámælt at fara úr bilinum og at rulla vindeyguni niður, forðaði tað ikki nøkrum at vísa, at tey hugnaðu sær. Floyt og blinkljós hoyrdust og sóust langan veg, og hetta var eisini við til at gera løtuna sera hugnaliga.

Til møtið vóru umleið 90 bilar. Ein sera hugnalig løta saman í frástøðu.

Sí myndir frá møtinum.

Eisini var – og er enn – møguleiki at lata gávu til tiltakið við at flyta pengar á konto: 9865-3092288.

LES EISINI  Nýtt rytmiskt kór byrjað í Leirvíkar Missiónshúsi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina