Gev jólagávu til
Kirkjuligu Heimamissiónina

Jólagávan í ár fer til at fíggja okkara trúboðarar. Heimamissiónin hevur 5 trúboðarar í starvi – Pól Johannesen, Jógvan Højgaard, Carsten Fonsdal, Ólavur Jacobsen og Jørgen Andreasen. Trúboðararnir boða gleðiboðskapin á ymiskan hátt, um landið, á internetinum og ein teirra í Íslandi. Teir halda millum annað møti, ungdómsmøti og bíbliutímar, vitja fólk, skipa fyri fleiri ymiskum sløgum av tiltøkum og so framvegis.

Bankaflyting

Eisini ber til at flyta á konto:

Bank Nordik: 6460-5345393

Betri Banki: 9181-4535164

Norðoya Sparikassi: 9865-3021062

Suðuroyar Sparikassi: 9870-9953931

Hvat ger Kirkjuliga Heimamissiónin?

Trúboðarar

Vit hava 3 trúboðarar í føstum starvi og hava sett 3 trúboðarar afturat í 2020. Hesir eru virknir kring Føroyar, á netinum og ein í Íslandi – hava møtir, vitja fólk o.s.fr.

Barna- og familjuarbeiði

Simba og Eindin eru okkara arbeiði fyri børn og familjur. Hvørt ár hava vit hópin av tiltøkum so sum legur, sangfagnaður, jólaborðhald o.a. Ein samskipari er í starvi fulla tíð.

Ungdómsarbeiði

Landsungdómsnevndin skipar fyri fleiri legum ígjøgnum árið, umframt at ungdómsleiðarar hvørt ár samlast at netverka og fáa íblástur til sítt arbeiði.

Leguhúsið í Nesvík

Við nýggju útbyggingini er leguhúsið betri útgjørt enn nakrantíð. Og hvørt ár gista túsundtals børn, ung og vaksin til legur og onnur tiltøk.

Trúboðin

Trúboðin er okkara netmiðil við tíðindum og kunning um missiónsarbeiði úti og heima. Ein ritstjóri er fulltíðarsettur, og ein trúboðari, ið byrjar á nýggjárinum, verður 50% í starvi hjá Trúboðanum.

Sjómansmissión

Ein sjómanstrúboðari í føstum starvi og sjómans-kvinnuringar kring alt landið – við hjarta fyri at biðja fyri og bera gleðiboðini um Jesus til føroyska sjófólkið.

Altjóða missión

Missión er partur av okkara DNA. Hetta inniber eisini at fáa gleðiboðini út til øll fólkasløg. Tí hava vit tætt samstarv við missiónsfelagsskapir og trúboðarar kring heimin.

Staðbundin arbeiði

Bulurin í okkara arbeiði eru staðbundnu missións- og meinigheitshúsini kring landið. Hesi hava møtir, sunnudagsskúlar, ungdómsmøtir o.a. hvørja viku kring landið.

Heimamissiónsforlagið

Okkara forlag hevur stóra bókagoymslu í Leguhúsinum í Nesvík. Við okkara nethandli keyp.mission.fo er lætt at keypa kristligar bøkur á netinum. Harafturat hava vit eisini bókaborð til størri tiltøk.