Myndarøð: Metnógvir á mannfólkavikuskifti. 

Aftur í ár var talan um eitt framúr mannfólkavikuskifti, tá ið 220 mans seinasta vikuskifti samlaðust til siðbundnu mannfólkaleguna í Nesvík.

Millum afturvendandi punktini á skránni vóru hitapottar, góður matur og góður tónleikur. Til døgurðan á festkvøldinum ótu menninir ikki minnið enn 85 kilo av kjøti, áðrenn Blátt Grass hevði konsert í høllini.    

Talari til mannfólkavikuskiftið hesuferð var Martin Bentsen, sum í nógv ár livdi eitt lív, har hatur og fíggindskapur myndaðu lívið heldur enn kærleiki og umsorgan. Tá ið Martin sat í fangaklivanum og las í Bíbliuni sá hann kærleika og fyrigeving, sum broytti hansara lív. Í dag er Martin prestur í eini danskari fríkirkju.  

Lívssøgan hjá Martini hevur áður staðið á Trúboðanum. Seinni í ár kemur ein samrøða, sum Gerhard Mikkelsen, prestur, hevði við Martin á fyrsta møtinum á leguni. Her fara teir í dýpdina við fortíðini hjá Martini.  

Talurnar hjá Martini koma út á Trúboðan so við og við.  

LES EISINI  Mannfólkavikuskifti: Bíbliutímar, Fullpower, Slættaratindur og sangur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina