Umrokeringar í starvsfólkahópinum

Næstu tíðina verða fleiri tíðaravmarkaðar broytingar í starvsfólkahópinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og broytingarnar fevna bæði um Trúboðan, Simba og Eindina.

Í fjør var Maria Petersen í Fuglafirði volontørur hjá Heimamissiónini frá hálvum mai og árið út. Hon hjálpti Erlu Mortensen, samskipara, við mongu uppgávunum í barnaarbeiðnum (Simba) og familjuarbeiðnum (Eindini). Nú er avgerð tikin um at seta Mariu Petersen í 60 % starv fram til summarfrítíðina, og hon byrjar í starvi sínum mánadagin. Maria skal fáast við somu uppgávur, sum hon røkti í fjør, og harafturat fer hon í holt við at gera eina ungdómssending á trubodin.fo.

Øssur Kjølbro, miðlaleiðari, sum hevur dagligu ábyrgdina fyri Trúboðanum, fer í farloyvi frá 15. februar og fram til 31. mai, tí hann hevur játtað at avloysa Hanus á Gørðum, sóknarprest, í Norðoya vestara prestagjaldi, meðan Hanus er í lestrarfarloyvi.

Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum er settur sum ”vanligur” trúboðari hálva tíð og hálva tíð á trubodin.fo, kemur av tí sama at brúka væl meira enn helvtina av tíð síni til Trúboðan hesar mánaðirnar.

LES EISINI  Fleiri summarlegur næsta ár

Harafturat hevur Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen á Strondum játtað at vera volontørur á Trúboðanum fram til í summar. Hon skal eitt nú skriva greinar og annað tilfar. Bjarta er 20 ára gomul og fekk studentsprógv seinasta summar. Hon er millum annað virkin í arbeiðnum í Missiónshúsinum á Strondum og í Heimamissiónsungdómi. Ein volontørur er ein sjálvboðin, sum tænir í eitt avmarkað tíðarskeið fyri eina lítla samsýning, umframt endurgjald fyri ferðaútreiðslur og tílíkt.

Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina bjóðar Andrias Magnussen, aðalskrivari, Mariu og Bjartu hjartaliga vælkomnum í starv. Andrias leggur afturat, at við hesi umrokeringini, sum heldur seg innanfyri verandi fíggjarætlan, verða tær flestu av verandi uppgávunum loystar, umframt at okkurt nýtt átak kemur afturat og barna- og familjuarbeiðið verður styrkt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina