Volontørur byrjaður inna barna- og juniorarbeiði

Hallur Foldbo úr Leirvík byrjaði eftir árskifti sum volontørur innan barna- og juniorarbeiði hjá Heimamissiónini.

Hallur er 18 ár, býr í Leirvík og er í gongd við annað ári á miðnámi á Kambsdali. Hann kemur aftaná skúlatíða at virka sum parttíðar volontørur. Hann hevur royndir við børnum og juniorum millum annað sum leiðari í Y.E.S. juniorarbeiðinum í Leirvík og Gøtu, sum skótaleiðari og sum kamarsleiðari á nógvum legum.

– Vit gleðast um at fáa Hallur at hjálpa í barna- og juniorarbeiðinum, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari. Hann er longu virkin í lokala arbeiðinum, og kemur hann nú eisini at styrkja hetta í felagsarbeiðinum. Vit gleðast eisini um, at ung bjóða seg fram til volontør-starv og vóni eg at síggja meira av hesum framyvir.

Í tøttum samstarvi við barna- og familjuráðgevan kemur Hallur at hava ymiskar uppgávur í samband við tiltøk so sum summarlegurnar umframt aðrar uppgávur í arbeiðinum.

LES EISINI  Fleiri enn 30 juniorar til juniormøtið á Strondum.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina