12. – 14. sept. skipar Stranda Missiónshús fyri vikuskiftismøtum
Vit fáa vitjan av Peter Kofoed Herbst. Peter er gudfrøðingur og hevur síðan 2001, verið prestur í “Kronjyllands Valgmenighed” í Randers (nú fríkirkja).
Í 2023 gav hann út bók við heitinum “Forbilledlig uperfekt”, á føroyskum: Fyrimynd við lýtum. Hetta verður eisini evnið á møtunum.
Peter hevur verið virkin í leiðslu og verið partur av “Arrow Leadership”.
Fríggjakvøldið 12. septembur kl. 19.30
Fyrimynd við lýtum – í einum spenni millum jantilóg og eina mentan, har strembað verður eftir tí fullkomna.
Leygarkvøldið – Ungdómsmøti –13. septembur kl. 20.00
Eyðsýnd! Við íblástri úr Dánialsbók verður hugt at, hvat ger lívið eyðsýnt og fyrimyndarligt.
Sunnukvøldið 14. septembur kl. 18.00
Ábraham – ein fyrimynd fyri øll trúgvandi. Hvat kunnu vit læra av hansara søgu – og hvat gera vit við alt tað, sum IKKI beinleiðis er fyrimyndarligt?
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Missiónshúsið á Strondum
