Stuðla Trúboðanum

Trúboðin krevur ikki inn haldaragjald, men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.

Til ber at tekna fasta mánaðargávu við at fylla teigarnar niðanfyri út (krevur gjaldskort). Til dømis eru 50 kr. um mánaðin eitt lítið sindur meira enn haldaragjaldið var fyri blaðútgávuna. Til ber eisini at geva eina gávu einaferð

Gev gætur: Tá gjaldskortið gongur út, má stuðulin endurnýggjast! Ein fær áminning um tað.

Eisini ber til at stovna eina fasta flyting í egnum peningastovni ella flyta eina gávu til eina av hesum kontum:

BankNordik 6460-112.546.1

Betri Banki 9181-120.534.1

Norðoya Sparikassi 9865-100.186.2

Suðuroyar Sparikassi 9870-429.112.4

Eru tygum í iva, ber til at ringja á 470000 gerandismorgnar ella at skriva til trubodin@mission.fo

Trúboðin takkar fyri eina og hvørja gávu til arbeiðið.