Leita
Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum.
Trúboðin kom fyrstu ferð út í juli í 1943. Sjálvt um 2. heimsbardagi herjaði, og tíðirnar annars vóru truplar í Føroyum, so tóku missiónsfólk seg saman og løgdu lunnar undir Trúboðan.
Trúboðin hevur altíð havt boðandi og lærandi tilfar í blaðnum umframt vitnisburðar. Ein onnur týðandi síða av Trúboðanum er upplýsandi og kunnandi tilfar um arbeiðið hjá Heimamissiónini.
Gjøgnum árini er blaðið vaksið í stødd, síðutali og tilfari. Fyrstu árini var Trúboðin í A5 stødd og kom út við 8 síðum fýra ferðir um árið (haldaragjaldið fyrsta árið var 3 krónur). Tá var eisini ein partur av tilfarinum skrivaður á donskum. Blaðið vaks spakuliga í stødd og síðutali. Ein tann størsta broytingin hendi í 1991, tá ið blaðið fór undir tvær útgávur um mánaðin í avísstødd, og seinni sama ár fekk fólk burturav at arbeiða við blaðnum. Seinni eru litir komnir í blaðið, fyrst á nøkrum síðum og seinni alt blaðið.
Á heysti 2018 kom Trúboðin út fyri seinastu ferð sum blað. Trúboðin er í dag ein netmiðil burturav. Hetta merkir eisini, at haldaragjaldið er burtur og harvið hava øll fría atgongd til kristilig tíðindi og andliga uppbyggjandi tilfar á Trúboðanum. Arbeiðið at framleiða tilfar kostar framvegis væl av peningi, og miðilin verður rikin av føstum gevarum, ið seta prís uppá innihaldið í miðlinum og vilja stuðla tí.
Trúboðin er enn í dag ein savnandi liður í Heimamissiónini. Hann kunnar um tað fjøltáttaða arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður eisini lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Sostatt er Trúboðin, eins og navnið sigur, ein av trúboðarunum, ið røkkur longst út og hevur ein tann størsta lesaraskaran.