200 kristin dripin í Nigeria
Ein nigerianskur biskupur hevur harðliga ákært myndugleikarnar, fyri at svíkja sína ábyrgd at verja kristin, eftir eina viku við ræðuligum álopum, har nærum 200 kristin lótu lív – harímillum 56, sum vórðu dripin pálmasunnudag í Zikke í Plateau-statinum.
Biskupurin Matthew Hassan Kukah úr Sokoto segði, at hesi drápini eru partur av einari álvarsamari gongd við málrættaðum atsóknum móti kristnum. Bert eina viku frammanundan, doyðu minst 50 fólk í einum skipaðum álopi á fimm bygdir, sunnan fyri Jos.
“Í minni enn eina viku hava vit mist næstan 200 lív kring landið,” segði biskupurin og legði afturat, at meðan blóð hjá nigerianarum rennur sum áir, tykjast tey, sum hava ábyrgd av landinum, als ikki at geva hesum gætur.
Sambært staðbundnum fráboðanum, lupu vápnaðir Fulani-ekstremistar á býin Zikke 13. apríl, har teir drupu mong kristin, brendu yvir 100 hús og róku fólk frá húsi og heimi. Eygnavitni greiddu frá, at trygdartænasturnar komu alt ov seint, og at tey kristnu vórðu avvápnað, meðan álopsmenninir sluppu at halda fram við sínum illgerðum ótarnaðir.
Presturin Hezekiah Mukan leiddi eina felags jarðarferð fyri 51 ofrum dagin eftir og eggjaði hann fólkinum at halda fast við trúnna á Kristus. Presturin Ishaku Mathew Kure, sum misti tíggju limir í meinigheitini, kallaði harðskapin “samansettan og ræðuligan” og legði eftir myndugleikunum fyri ikki at hava avvápnað illgerðar bólkarnar.
Biskupurin Kukah ávaraði eisini um vaksandi hóttan frá Boko Haram og øðrum ekstremistum: “Aðrastaðni í landinum halda álopsmenninir áfram við sínum óndskapi – teir taka fólk, pína tey og fremja ræðuligan ágang móti okkara fólki.”
Álopið í Zikke er tað nýggjasta í eini røð av atsóknum, sum hava rakt kristin í mið- og norðurpartinum av Nigeria. Bólkar, sum Boko Haram, ISWAP og Fulani-militan, hava verið við í hesum harðskapi.
Í tíðarskeiðnum desember 2023 til februar 2024 vórðu yvir 1.300 fólk dripin í Plateau-statinum, sambært International Christian Concern. Felagsskapurin Intersociety sigur, at yvir 20.000 kristin eru dripin av Fulani-hermonnum í suðureystur Nigeria seinastu tíggju árini.
Kristnir leiðarar og onnur hava fordømt harðskapin og heitt á altjóða samfelagið um bráfeingis hjálp. Emeka Umeagbalasi, leiðari í Intersociety, ákærdi stjórnina fyri at geva loyvi til harðskap við skeivum politikki og líkasælu. Hann heitti á onnur lond, um at krevja nigeriansku stjórnina til svars fyri tí sum hendir í landinum.
Erkabiskupurin Ignatius Kaigama, úr Abuja segði, at sjálvverja kann gerast neyðug: “Tú kanst ikki bara sita og hyggja at, meðan onkur kemur at drepa tína familju. Tú mást verja teg og tíni.”
Biskupurin Kukah, vísti á, at uttan eina greiða og samskipaða ætlan, fer harðskapurin at standa við og versna.
Áheitan: Góðu brøður og systrar í Harranum: Lat okkum minnast til at biðja fyri trúarsystkjum okkara í Nigeria og aðrastaðni, har tey vera forfylgd, pínd og dripin, vegna sína trúgv á Jesus Kristus.