5 fólk, sum tóku víðfevndar avgerðir
Tey fylgdu Jesusi, eisini tá ið tað kostaði mest.
At taka avgerðir, stórar ella smáar, kann vera torført. Tí verði eg hugtikin av fólki, sum taka stórar og týðandi avgerðir – eisini tá kostnaðurin er høgur. Her eru fimm fólk, sum gjørdu júst tað.
Frans av Assisi
Frans av Assisi (Italia, uml. 1181–1226) livdi eitt ríkmannalív, men eftir sjúku og kríggj byrjaði hann at leita eftir Gudi. Ein dagin, meðan hann bað, fekk hann eitt kall til at liva øðrvísi enn fólk flest.
Frans gjørdi upp við familjuna og gav alt, hann átti, til tey fátæku. Restina av lívinum livdi hann í einfaldni og kærleika til tey fátøku og forfjónaðu – og fekk íblástur til eina rørslu, sum livdi á sama hátt.
Elisabeth Elliot
Elisabeth Elliot (1926–2015, USA) fór sum trúboði til regnskógin í Ekvador saman við manni sínum, Jim. Tá ið hann og fýra aðrir menn vórðu dripnir av Huaorani-fólkinum, sum tey royndu at røkka við evangeliinum, kundi hon farið heim aftur.
Men hon valdi at vera verandi – og leitaði aftur til sama fólkaslagið, sum hevði dripið mann hennara. Hon fyrigav teimum, lærdi málið og hjálpti til við at umseta Bíbliuna til móðurmálið hjá teimum. Nógv komu til livandi trúgv á Jesus Kristus.
Corrie ten Boom
Corrie ten Boom (1892–1983) og familjan fjaldu jødar í Niðurlondum undir seinna heimsbardaga, men vórðu tikin og send í týningarlegu. Systir hennara doyði – og Corrie leið ógvuliga nógv.
Í 1947 møtti hon einum av fyrrverandi vaktarmonnunum, sum bað hana um fyrigeving. Hon ivaðist, men bað stillisliga til Gud og rætti honum hondina. Tá kendi hon ein streym av kærleika og svaraði: «Eg fyrigevi tær, beiggi – av allari míni sál.»
Desmond Doss
Desmond Doss (1919–2006) meldaði seg til herin undir seinna heimsbardaga, tí hann vildi bjarga lív – ikki taka lív. Sum óvápnaður sjúkrahermaður varð hann happaður og niðurgjørdur av hermonnum og yvirmonnum, men vildi ikki gevast.
Undir bardaganum um Okinawa leyp hann einsamallur inn á vígvøllin fyri at bjarga teimum særdu – við bøn og trúgv sum einastu vápnum. Hann bjargaði 75 monnum tann dagin, ein fyri og annan eftir, meðan hann bað: «Harri, hjálp mær at bjarga einum afturat.»
Wang Yi og onnur forfylgd kristin
Wang Yi (f. 1973) var løgfrøðingur, vitugur og mentaður áðrenn hann varð kristin. Seinni stovnaði hann eina ikki skrásetta kirkju í Chengdu í Kina. Tá ið myndugleikarnir kravdu at fáa tamarhald á kirkjuni, noktaði hann – og varð í 2018 dømdur til níggju ára fongsul.
Í einum brævi, skrivað áðrenn handtøkuna, segði hann, at hann vildi «lýða Gud heldur enn menniskju». Hann visti, hvat tað kundi kosta – men valdi kortini at standa fast í trúnni.
Í dagsins heimi eru nógv sum Wang Yi, sum hvønn dag velja at deila sína trúgv, hóast tey kunnu verða handtikin fyri tað, og sum ikki avnokta Jesus, hóast tað kann kosta teimum lívið.
Hetta eru bert fimm søgur um fólk, sum valdu tað trupla, vandamikla og víðgongda, heldur enn tað trygga og lætta. Tað finnast nógv fleiri, men at læra hesar søgurnar at kenna, kann geva okkum íblástur til at fylgja Jesusi – eisini tá tað kostar.
Kelda: iTro/William Matteus Fonn
Ásbjørn Jacobsen, umsetti