60+ 14. mars

14. mars verður 60+ dagurin aftur í Leguhúsinum í Nesvík. Aftur í ár hevur fyrireikingarbólkurin sett eina spennandi skrá saman. Fyrrapartin kemur Silas Olofson at hava ein fyrilestur við evninum “Fuglar og Bíblian”.  Seinnapartin fer Helgi Abrahamsen at siga frá søgum úr politiska lívinum.

Umframt góðar og áhugaverdar fyrilestrar at lurta eftir, verður eisini borðreitt við góðum mati gjøgnum dagin, og tíð verður til góð prát í fríløtunum. 

Tilmelding fer fram á www.mission.fo/tilmelding ella við at ringja til 470000. Telefonin svarar frá kl. 09.00 – 12.00 gerandisdagar, tó til kl. 15 fríggjadag.

Kostnaður fyri dagin er kr 385,00, og seinasta freist at melda til er 10. mars.

Skrá:

  • kl. 09.30 Koma, móttøka og morgunbiti
  • kl. 10.15 Morgunandakt 
  • kl. 11.00 Fuglar og Bíblian við Silas Olofson 
  • kl. 13.00 Døgurði, omaná og kaffi/te
  • kl. 14.00 Skemtiligar hendingar frá tí politiska lívinum við Helga Abrahamsen 
  • kl. 15.45 Taka samanum og heimferð

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina