7 sannleikar um vón til hin vónleysa
Í Bíbliuni finnur tú nógv gott, sum vert er at verða mintur á.
Vit, sum trúgva á Jesus, hava nógv at gleðast um. Men tó er tað ikki altíð, at vit gera tað. Onkuntíð kennist alt myrkt og vónleyst. Tá mugu vit minnast nakrar grundleggjandi sannleikar, sum standa í Bíbliuni. Har finna vit nógv, sum kann geva okkum vón.
1. Tú ert eitt Guds barn
Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara. (Jóh. 1,12)
Vit, sum trúgva á Jesus, hava fingið loyvi at kalla Gud, hann, sum skapti himmalin og jørðina, Faðir okkara! Og vit eru børn hansara. Hann hevur umsorgan fyri okkum.
2. Gud er nær
Nær er Harrin teimum staddur, ið hava sundurbrotið hjarta, frelsa vil hann tey, ið hava sundursprongdan anda.
(Sl. 34,19)
Tá tú hevur tað ringt og einki riggar, er Gud nær – ja, tað eru júst slík menniskju, Gud vil møta. Tí tá tú hevur skilt, at tú ikki klárar alt sjálv/ur, er tað júst tá, at Gud kann sleppa inn í lív títt og fáa pláss.
3. Ein dag fer alt ilt at hvørva
Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.» (Opinberingin 21,4)
Tað er nógv, sum kann vera tungt og syrgiligt í lívinum. Tá vit møta deyðanum, kann alt kennast meiningsleyst. Men vit kunnu lyfta eyguni móti tí stóru vónini um ein ævinleika, har alt er gott.
4. Tú ert ikki einsamallur/einsamøll. Men tað var Jesus.
Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?» (Mark. 15,34)
Jesus varð yvirgivin av Gudi á krossinum, so tú aldri skuldi verða tað. Hann tók okkara pláss og bar revsingina fyri okkara syndir. Í staðin fáa vit hansara rættvísi, so Gud sær okkum sum heilag og rein – fyri Jesu blóð skuld.
At verða yvirgivin merkir: at hava ringan vana ella hava okkurt til last. Meiningin er helst, at Gud fór frá Jesusi á krossinum, so hann varð latin eina á krossinum?
5. Gud hevur ikki gloymt teg. Men hann hevur gloymt syndir tínar.
Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar. (Jes. 43,25)
Hetta hendir ikki, tí Gud bara letur, sum um einki er hent, og ikki tekur syndina í álvara. Nei, tað hendir tí Jesus bar allar syndirnar – og tað kostaði honum lívið. Men hann helt, at tú vart tað verd/ur!
6. Tú ert frelst/ur – heilt av náði eina, ikki fyri tað, tú gert
Tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, (Róm. 3,24)
Tú skalt ikki stríðast fyri at vera “nóg góð/ur”. Í tí løtu, tú viðgongur, at tú ikki ert tað, kanst tú venda eygunum móti honum, sum er nóg góður, og sum hevur gjørt alt tað, sum skal til, fyri at tú kanst hava felagsskap við Faðirin. Trúgv gleðiboðskapinum.
7. Hann vil bera byrðarnar
Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. (Matt. 11,28)
Jesus bjóðar teimum, sum bera tungar byrðar, at koma til sín. Hann vil geva okkum hvílu, og hann er kendur fyri at halda orð.