Dagsins andakt til tey gomlu
Hevur nakar tað ringt, tá biði hann.
(Ják 5,13)
Ein bági, mong gomul mugu bera, er svøvnloysi. Ikki er gott at vita, hví, so er. Gud sigur okkum tað her: far í bønarinnar skúla. Jú, men, tá verði eg bara meir alvakin, svarar tú. Jú, víst. Ger tað nakað? Hevur tú nógvar skyldir í morgin?
Gud hevur mong menniskju, ið biðja. Hesi hava mangt, ið fáast skal frá hondini. Vit gomlu hava lítið og einki. Einar dyr letur Gud standa okkum víðopnar, hvørs bøn og neyðarróp hiðani av jørð eru ætlað syndarum til frelsu. Sama sinnalag skal vera í okkum. Kirkjan er okkara bønhús.
Tað eru menniskju, vit ókravd mugu biðja fyri. Tá er gott at spyrja Bíbliuna: hvat vil Gud, vit helst eiga at hugsa um, tá ið vit koma fram fyri hann? Tað er bønin Faðirvár, tríggjar tær fyrstu bønirnar: navn Guds; ríki Guds og vilji Guds. Jesus segði einastaðni: bið heystsins Harra um at senda arbeiðarar út at heysta inn skurðin. Vit eiga íðiliga at biðja um hesar. Nýggjar ungar trúgvandi prestar, nýggjar trúboðarar heima og úti. Kanska hava vit frammanundan nakrar, vit biðja fyri. Hvat eiga vit at biðja um? Paulus sigur við vinir sínar í Kolossa, hetta: “Bið um, at Gud má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala.”
So er tað eitt orð í Hebrearabrævinum: “Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra”; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami. – Í týningarlegum í Miðeystri og Fjareystri, tí hesir fortaldi børnum teirra um Jesus.
Í Sálmi 122,6: Biðið um frið fyri Jerusalem! Tað er øll orsøk at biðja hesa bøn umaftur og umaftur, nú Ísrael liggur innibyrgt og hátt av mongum fíggindum.
Eisini er eitt orð av Jesu munni viðvíkjandi tí stóru trongd – og hvør veit at siga, hvussu nær tann løtan upprennur: – bið, at flýggjan tykkara ikki verður á vetrartíð. At enda, so eru tað einum fólki, vit eiga at biðja fyri – okkara óvinum!
“Biður tú so títt Faðirvár, andin við faðirsins orðum lovar tær heim, har Jesus stár, tá til hans barn tú ert vorðin, tí bert Guds sanna barnið kann rópa av hjartans grund til hann, nevna hann faðir og harra.” Slb. 386,4
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti