Matteus 21,23-27
Teksturin í dag er Matteus 21,18-22
Pól Jóhannessen lesur.
Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.
23 Hann fór inn í templið, og meðan hann lærdi, komu jødisku leiðararnir til hansara og spurdu: “Hvat vald hevur tú til at gera alt hetta? Og hvør hevur givið teir hetta valdið?” 24 Jesus svaraði: “Eg vil eisini seta tykkum ein spurning. Kunnu tit svara mær upp á hann, so skal eg siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta. 25 Tá ið Jóannes doypti, hevði hann so myndugleikan frá Gudi ella frá menniskjum?” Teir samráddust sínámillum: “Um vit siga “frá Gudi”, so fer Jesus at spyrja okkum, hví vit so ikki trúðu Jóannesi, 26 og siga vit “frá menniskjum”, so óttast vit fólkið, tí øll halda Jóannes vera ein profet.” 27 Teir svaraðu tí Jesusi: “Vit vita ikki.” “So sigi eg heldur ikki, við hvørjum valdi eg geri hetta.
Teksturin frá biblia.fo
v23 Og tá ið hann var komin inn í halgidómin, tá komu til hansara, meðan hann lærdi, høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins og søgdu: «Hvat vald hevur tú til at gera hetta? Og hvør hevur givið tær hetta valdið?» v24 Men Jesus svaraði teimum og segði: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; um tit svara mær upp á hann, so vil eg eisini siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta. v25 Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann? Frá himni ella frá monnum?» Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Siga vit: «Frá himni,» so man hann siga við okkum: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» v26 Men siga vit: «Frá monnum,» so mega vit óttast fyri mannfjøldini, tí at tey halda øll Jóhannes fyri ein profet.» v27 Og teir svaraðu Jesusi og søgdu: «Vit vita ikki.» Tá segði eisini hann við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.