Matteus 21,33-46
Teksturin í dag er Matteus 21,33-46
Pól Jóhannessen lesur.
Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.
33 Eg vil siga tykkum eitt annað líknilsi. Ein maður plantaði ein víngarð. Hann hegnaði hann, gjørdi eina vínpersu í honum og bygdi eitt vaktartorn. So leigaði hann garðin út til nakrar vínbøndur og fór av landinum. 34 Tá ið leið út á heystið, sendi hann húskallar sínar til vínbøndurnar eftir fruktunum av víngarðinum. 35 Men teir tóku húskallar hansara; ein slógu teir, ein drupu teir, og ein steinaðu teir. 36 Hann sendi aftur húskallar avstað, hesa ferð fleiri enn hinar fyrru, men teir gjørdu tað sama við teir. 37 Men seinast sendi hann son sín avstað, tí hann ivaðist ikki í, at teir fóru at virða hann. 38 Men tá ið bøndurnir sóu hann, søgdu teir hvør við annan: ”Hatta er arvingin, lat okkum drepa hann, so fáa vit arvin!” 39 Og teir kastaðu hann út um víngarðin og drupu hann. 40 Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat fer hann so at gera við bøndurnar?” Teir siga við hann: “hesar óreinu menninar tekur hann av døgum og letur aðrar bøndur, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættari tíð, fáa víngarðin til leigu”. 42 Jesus spurdin teir tá: Hava tit ongantíð lisið í Skriftunum: ”Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, er hornasteinur. Gud hevur givið okkum hann. Og okkum er tað eitt undur. 43 Tí sigi eg tykkum, at Guds ríki verður tikið frá tykkum og verður givið einum fólki, sum fær tað at bera frukt. 44 Øll, sum snáva um steinin, sora seg sundur, og tey, sum steinurin fellur á, verða smildrað.” 45 Farisearirnir skiltu væl, at hann talaði um teir. 46 Teir ætlaðu at taka hann, men teir óttaðust fólkið, tí tey hildu hann vera ein profet.
Teksturin frá biblia.fo
v33 Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum. v34 Men tá ið tað leið móti heystadegi, sendi hann húskallar sínar til víngarðsmenninar eftir fruktunum av víngarðinum. v35 Og víngarðsmenninir tóku húskallar hansara, ein slógu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir. v36 Uppaftur sendi hann aðrar húskallar út, fleiri enn hinar fyrru, og teir gjørdu tað sama við teir. v37 Men seinast sendi hann son sín út til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum!» v38 Men tá ið víngarðsmenninir bóru eyga við sonin, søgdu teir sín ámillum: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!» v39 Og teir tóku hann og kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann. v40 Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat man hann tá gera við hesar víngarðsmenninar?» v41 Teir siga við hann: «Herviliga man hann taka hesi illmenni av døgum og lata aðrar víngarðsmenn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tíma.» v42 Jesus sigur við teir: «Hava tit onga tíð lisið í skriftunum: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum?» v43 Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir. v44 Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.» v45 Og tá ið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi hansara, skildu teir, at hann talaði um teir. v46 Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir óttaðust fyri mannamúgvuni, tí at fólk hildu hann fyri ein profet.