Lukas 3, 1-9

 

Teksturin í dag er Lukas 2,1-9

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

1 Tiberius hevði verið keisari í Rom í 14 ár. Pontius Pilatus var landshøvdingi í Judea. Heródes Antipas ráddi í Galilea, beiggi hansara Filip ráddi í Iturea og Trakunitis, og Lýsanias ráddi í Abilene. 2 Annas og Kajfas vóru høvuðsprestar. Tá talaði Gud við Jóannes. son Sakarisar, sum helt til í oyðimørkini. 3 Og Jóannes fór til gongu um øll bygdarløgini við Jordanánna. Hann talaði til fólk og bað tey venda um og verða doypt, so tey kundu fáa fyrigeving fyri allar syndir sínar. 4 Soleiðis stóð eisini skrivað hjá Jesaja profeti: Ein rødd rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið leiðir hansara beinar. 5 Hvør lægd skal fyllast upp, og fjøll og heyggjar skulu javnast, tað krókuta skal verða rættað, og tað knortluta skal verða slættað. 6 Øll menniskju skulu síggja Guds frelsu. 7 Fólk í hópatali fóru út til Jóannes at verða doypt. „Tykkara ormaungar,” segði hann. „Hvør hevur billað tykkum inn, at tit sleppa undan Guds vreiði? Hon kemur, 8 og tí skulu tit liva soleiðis, at Gud sær, at tit veruliga hava vent um. Tað nyttar einki, at tit siga við tykkum sjálv: “vit hava Ábraham til pápa. Gud kann vekja Abrahami børn av hesum steinunum.” 9 Øksin liggur longu við røturnar á trøunum, og tey trø, sum ikki hava góða frukt, verða feld og kastað í eldin.”

Teksturin frá biblia.fo

v1 Men á fimtanda stjórnarári Tiberiusar keisara, meðan Pontius Pilatus var landshøvdingi í Júdeu, og Heródes var fjórðingshøvdingi í Galileu, og Filippus bróðir hansara fjórðingshøvdingi í landspartinum Itureu og Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene, v2 og meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar, tá kom orð Guðs til Jóhannesar Sakariassonar í oyðimørkini. v3 Og hann steig fram og fór um øll bygdarløgini við Jórdan og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna, v4 eins og skrivað stendur í spádómsbók Jesaja profets: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara. v5 Hvør ein lægd skal fyllast upp, og hvør ein hædd og hvør ein heygur skal javnast; og tað, ið krókut er, skal verða beinað, og tað, ið knortlut er, skal verða slættar gøtur; v6 og alt hold skal síggja frelsu Guðs.» v7 Hann segði tí við mannamúgvurnar, sum komu út til hansara at verða doyptar av honum: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini? v8 Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: «Vit hava Ábraham til faðir;» tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum. v9 Men øksin liggur tí eisini longu við røturnar á trøunum; hvørt tað træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður tá avhøgt og kastað í eldin.»