Lukas 8,1-15

 

Teksturin í dag er Lukas 8,1-15

Torleif Johannesen lesur.

v1 Og tað hendi í teirri tíðini, sum kom aftaná, at hann ferðaðist um, stað úr staði og bygd úr bygd og prædikaði og boðaði gleðiboðskapin um Guðs ríki, og saman við honum teir tólv v2 og nakrar kvinnur, sum hjálptar vóru frá illum andum og sjúkdómum: Maria, Magdalena tey kalla, sum sjey illir andar vóru farnir út úr, v3 og Jóhanna, kona Kúsa, húsfúta Heródesar, og Súsanna og mangar aðrar, sum tænaðu teimum við tí, sum tær áttu. v4 Men tá ið stór mannamúgva var saman komin, og tey fóru út til hansara úr eini bygd fyri og aðrari eftir, segði hann við einum líknilsi: v5 «Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt; og í tí hann sáaði, fell sumt sáðið fram við veginum og varð niðurtraðkað, og himmalsins fuglar ótu tað upp. v6 Og sumt fell á hellubotn, og tá ið tað vaks, følnaði tað, av tí at tað fekk onga vætu. v7 Og sumt fell mitt niður millum tornir, og tornirnar vuksu upp við og køvdu tað. v8 Og sumt fell í góða jørð, og tað vaks upp og bar hundraðfaldan ávøkst. Tá ið hann hetta segði, rópaði hann: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!» v9 Men lærusveinar hansara spurdu hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða. v10 Men hann segði: «Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál Guðs ríkis, men hinum í líknilsum, til tess at tey, tó at tey síggja, ikki mega síggja, og tó at tey hoyra, ikki mega fata. v11 Men hetta hevur líknilsið at týða: Sáðið er Guðs orð. v12 Og tey fram við veginum eru tey, sum hoyra á; síðan kemur djevulin og tekur orðið úr hjarta teirra, til tess at tey ikki skulu trúgva og verða frelst. v13 Men tey á hellubotninum eru tey, sum taka við orðinum við gleði, tá ið tey hoyra tað; men hesi hava onga rót; tey trúgva eitt skifti; og á royndarstund falla tey frá. v14 Men tað, sum fell millum tornirnar, tað eru tey, sum hoyra og síðan verða køvd av lívsins sorgum og ríkidømi og njótingum og ikki bera búna frukt. v15 Men tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni.