Guds vegur til frelsu

”Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri! ”
Matt.13,43

 

Teirra millum, sum av Guds náði komu til trúgv í 18. øld, meðan Dr. Haweis úr Aldwinckle var prestur, var ein gamal vertshúseigari. Hann hevði verið ein trúgvur kundi hjá sær sjálvum og hevði drukkið dúgliga úr sínum egnu víntunnum, og hin karfunkilreyða nøsin var líka sum ein ímynd um starv hansara.

Hann skuldi eitast at hoyra til metodistakirkjuna, men tá ið hann hendinga ferð kom á gátt har, var tað ikki av góðum huga. Hann dugdi ikki at skilja, hví øll har um leiðir so trúliga gingu í Aldwinckle kirkjuna.

Men av tí at honum dámdi so sera væl tónleik, og av tí at hann hevði frætt, at sangurin har var so frálíkur, kláraði hann vikuna eftir at ganga seks fjórðingar, at smoyggja sær undan einum drykkjugildi og kroysta seg niður í ein kirkjustól, sum var ov trongur til hansara føra kropp.

Har sat hann so og lurtaði við gleði eftir sálmasonginum; men tá ið prestur fór at biðja, stakk hann fingrarnar í oyruni. Av hitanum og møðini duttu eyguni saman, til ein fluga lendi á nøsini, tá tók hann hendurnar úr oyrunum at revsa henda óbodna gestin.

Júst tá las prestur við einari rødd, sum ljóðaði sum toran, tekstin til dagin: „Hann, sum oyru hevur, hann hoyri.“

Ávirkanin var stór. Hendurnar fjaldu ikki oyruni longur. Ein nýggj kensla var vaknað innan í honum. Nú byrjaði eitt nýtt lív fyri hann. Eingin svørjan, eingin drykkjuskapur, men bønir og gudstænastur og møtigongd upptóku tíð hansara, og hann doyði eftir at hava fylgst við Gudi í 18 ár, glaður í vónini, og hann vælsignaði tann mannin, sum var amboðið til umvending hansara.
„Cheering Words“ 4/92. – Effie Campbell umsetti.