Sendiharrar
”og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna. ”
Róm.12,2
Fyri nøkrum árum síðani kom í Onglandi út bók við heitinum: Sendiharri við serligum uppgávum. Høvundurin greiðir m.a frá tí sera truplu uppgávuni at vera í Spania undir 2.heimsbardaga og har royna at halda Franco(spanskur diktator) uttan fyri kríggið, tí um hann fór uppí saman við Týsklandi og Italia, so gjørdist støðan hjá teim sameindu nógv truplari.
Høvundurin ger eitt sindur burturúr teim trupulleikum, sum hann møtti í hesum landi, sum skuldi eitast at vera uttanveltað, men hvørs leiðarar kortini hildu við fíggindanum. Bretski sendiharrin hevði bert fá, sum hann kundi tosa við, og metti amerikanska starvsbróður sín sum tann einasta, ið hann kundi trúgva seg til.
I hesum sambandi kemur hann inn á ein trupulleika, sum sendiharrar renna seg inní:
Ert tú ov leingi í fremmanda umhvørvinum uttan av og á at vitja heim, kanst tú koma at missa kensluna av tjóðskapi tínum. Hetta hendir, uttan at tú varnast tað. Dámurin í hesum nýggja landinum hevur fest seg í teg. Fert tú út fyri dyr, ja, so er tað ikki tínar landsmenn, tú hittir har. Hoyrir tú fólksins hugsan í dagsins práti, eru hetta fremmandir tankar, ið festa seg í huga tínum.
Tí mást tú heim av og á. Heim at tosa við tíni egnu, at lesa, hvat bløðini skriva har heima, hoyra, hvat útvarp og sjónvarp hava at bera, skifta orð við títt egna fólk, draga heimlandsins luft niður í lunguni.
Í seinna brævi sínum til kirkjuliðið í Korint sigur Paulus, at vit kristnu eru sendiboð í Krists stað. Og her er lætt at finna samanhangin við tað, sum nevnt er omanfyri. Sum kristin eru vit útlendingar í hesum heimi. Hvagar vi so fara, hoyra vit sjónarmið, metingar og siðir, sum hoyra hesum heimi til. Hetta trýstir á okkum úr øllum ættum. Og tey flestu okkara mega sanna, hvussu lætt tað er at gera tað, sum Paulus kallar at ”hátta sær eftir hesum heimi.” Vit slaka og halda alt vera líka gott.
Hvussu kunnu vi so verja okkum ímóti at missa okkum sjálvi burtur?
Við at gera sum hasin vísi sendiharrin. Við regluliga at vitja hagar, sum vit kunnu merkja heimlandsins anga, og hvar heimlandsins sangir verða sungnir. Har Jesu vilji verður lisin og boðaður.
Heilt einfalt við at liva í tí, sum vit royna at játta: eg trúgvi á samfelag teirra heilagu.
Eg má hava Jesus við mær,
við í lívsins harða stríð,
við í ljósum góðum døgum,
við í tungu mótgangstíð.