Hele himmelen er åpen over meg
„Eftir hetta sá eg, og sí, tað vóru opnar dyr á himninum.“
Opb. 4,1.
Mær dámar so væl ein norskan sang, sum kallast „Hele himmelen er åpen over meg“. Tað er júst tað, sum er veruleikin. Bíblian sigur: „…hann (Jesus) vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið.“ Hebr. 10,20. Tí kunnu vit í Jesu navni fara beint inn til náðitrúnuna og biðja Gud hjálpa okkum. Forhangið inn til tað allarheilagasta skrædnaði úr erva og líka niður ígjøgnum. Gud sjálvur skræddi tað, vegurin liggur opin inn hagar.
Eg veit ikki, hvussu tú hevur tað beint í løtuni. Men kennir tú tað, sum allir vegir eru læstir, og eingin hjálp er at fáa nakrastaðni, so skalt tú vita, at vegin uppeftir kann eingin læsa fyri tær. Ger, sum henda konan, eg nú skal siga tær frá, rópa á Gud í Jesu navni og bið hann hjálpa tær.
Undir krígnum var tað ein genta, sum búði í einari lítlari bygd í Eysturoynni. Hon gjørdist góð við ein eingilskmann og hann við hana. Hann var so fittur og dámligur, helt hon. Hann segði, at hann búði í einum stórum og flottum húsum í London, og hann vildi, at tey skuldu giftast, áðrenn teir fóru víðari. Tey giftust so.
Tá ið hon kom til London, var einki, sum hon helt tað fór at verða. Húsini vóru eini stór íbúðarhús og meir at kalla vánalig. Maðurin broyttist eisini fullkomiliga. Hann gekk um kvøldarnar inn á ølstovurnar, og tá ið hann kom heim aftur, var hann drukkin og gjørdi seg mangan inn á hana.
Eitt sunnukvøld var hon einsamøll inni sum vant, og hon var í dýrastu neyð. Hon kendi ongan at biðja hjálpa sær, og hon ræddist mannin. Hon fall á knæ á køksgólvinum og rópti á Gud. Tá hoyrdi hon skilliga eina rødd tosa uttanífrá og inn gjøgnum oyrað á sær: „Reis teg upp, lat teg í og far út hiðani, áðrenn maður tín kemur aftur!“
Hon so gjørdi. Tá ið hon kom út í tún, snaraði hon um hornið á húsinum. Tá sá hon ein mann ganga beint framman fyri sær. Hon sá bara í ryggin á honum. Hann hevði sítt, grátt hár og var í einum ljósum, síðum yvirfrakka. Tá hoyrdi hon røddina fyri aðru ferð. „Far aftan á hasum manninum!“
Hann gekk oman eftir fleiri gøtum og hon aftaná. So fór hann alt í einum oman gjøgnum einar lítlar trappur og inn í ein kjallara. Hon fór eisini oman gjøgnum hesi trý trin og inn í kjallaran. Tá var tað hølið hjá Frelsunarherinum, og tey vóru komin inn á eitt sunnukvøldsmøti.
Tá ið konan hugdi uttan um seg, var maðurin alt í einum horvin. Hon fór upp gjøgnum trappurnar at vita, um hon sá hann úti á gøtuni. Men har var eingin. Tá gjørdist konan greið um, at maðurin hevði verið ein eingil.
Tey í Frelsunarherinum hjálptu henni, og so var øll neyðin av.
Effie Campbell