Hvat vantar mær enn?
”Men hann segði við hann: »Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.« ”
Matt.19,17
”Halt boðini”
Einaferð kom ein ríkur unglingi til Jesus og spurdi, hvat gott hann kundi gera, fyri at hann kundi fáa ævigt lív. Jesus sigur við hann: halt boðini! Unglingin sigur, at tað hevur hann gjørt, ”hvat vantar mær enn? spyr hann so. ”Sel alla ogn tína og kom so og fylg mær”, sigur Jesus við hann. Men unglingin fór syrgin burtur.
Sjálvt um hesin unglingin helt seg hava hildið øll boðini, var tað hitt fyrsta boðið, ið hann ikki hevði hildið. Jesus sá beinanvegin, hvat ið bagdi hesum unga manni. Hann hevði sett ogn sína fram um Gud. Uttan sjálvur at ansa tí, var sál hansara bundin av ognini; hon var vorðin gudur hansara. Hann hevði strítt ímóti mongum freistingum og veikleikum í lívi sínum og sigrað. Men á kærleikanum til ogn sína hevði hann ikki sigrað. Har var eitt rúm í hjarta hansara, sum Gud ikki átti høvuðsplássið í. Hetta var tað, ið vantaði unglinginum.
Mangur ungur og eldri kanska eisini kennir seg aftur í hesum unglinginum. Tað nýtist ikki altíð at vera kærleikin til ognina, ið forðar Gudi at eiga hjartað heilt. Møguleikarnir eru so mangir. Hjá einum var tað brennivínið, hjá einum øðrum var tað dansurin ella ítrótturin ella tað ólevnað, sum mangan stendst av stuttleikalívinum, sum helt ein burtur frá tí at geva Gudi alt ræðið á hjartanum. Hjá tær kanska tað er heilt nakað annað, sum heldur teg frá sambandinum við Gud, og sum ger, at tú ikki kann fáa ævigt lív. Kanska er eitthvørt lógarbrot tær so kært ella einhvør loynilig synd. Gud dømir ikki einhvønn ríkan av tí, at hann er ríkur, ella einhvønn ítróttarmann av tí, at hann er ítróttarmaður – nei, men hann biður teg sleppa tær av við tað, sum forðar Gudi einaræðið í hjarta tínum. Ævigt lív kann eingin ognast, sum elskar heimin ella nakað, sum í heiminum er, meira enn Gud.
Tað, sum hevur tikið tamarhald á lívi tínum, mást tú selja – skilja teg frá – fyri at tú kanst fáa ævigt lív. Bið Jesus vísa tær á tað, sum vantar tær enn, fyri at hetta kann eydnast tær.
n.