Trúarinnar sigur
”Tí at alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum; og hetta er tann sigur, sum hevur vunnið á heiminum, trúgv okkara. ”
1.Jóh.5,4
”Hetta er tann sigur, sum hevur vunnið á heiminum, trúgv okkara…” sigur Jóhannes ápostul í fyrsta brævi sínum kap.5,4. Tað ljóðar sum eitt fagnaðarróp, ein lúðrablástur: Trúgvin hevur vunnið sigur á heiminum!
Vit kenna ikki til fulnar, hvussu sterkur heimurin er, men sterkur er hann. Heimurin liggur í tí ónda; hin óndi sjálvur verður kallaður høvdingin í hesum heimi. Tær óndu maktirnar eru sterkar, hitt ónda grør skjótari enn tað góða. Vit sjálvi fylgja lættari okkara egna vilja enn Guds. Tað er eitt støðugt stríð. Syndin liggur okkum fyri durunum, og tú skalt vinna á henni, varð sagt við Káin, men syndin valdaði Káin.
Jú, heimurin, syndin, hitt ónda hevur almikið vald, og alt, sum vit royna at gera, er sum at vaða í einum díki, har hvør roynd fyri at koma uppúr bert hevur tað við sær, at ein søkkur longur niður.
Og kortini sigur Orðið: Trúgvin vinnur sigur, við henni kanst tú koma uppúr; við henni missir hitt ónda og allar afturhaldskreftir makt sína.
Hvat er nú hetta? Kunnu vit frelsast við trúgv okkara? Av og á hoyrir ein: tú skalt bara trúgva, so gongur tað, og so royndi ein at trúgva, men søkk bara longri niður.
Hetta kenna vit í so mongum førum. Tað dugir ikki bara at trúgva, um ikki evnir og kunnleiki svarar til. Børnini, sum í skúlanum fara til roynd, mega duga. Hjá teimum er tað ikki nóg mikið bert at trúgva, at tey duga. Tey maga veruliga duga, kunna, um tey skulu klára royndina; tí mega tey læra. Og soleiðis er eisini í tí andaliga. Trúgvin dugir einki, um eingin veruleiki er aftanfyri. Vit kunnu eins illa frelsa okkum sjálvi við okkara egnu trúgv, sum vit kunnu frelsa okkum sjálvi við okkara góðu gerningum!
Men hvat er tað so fyri trúgv, sum vinnur sigur á heiminum? Tað er tann trúgvin, sum hevur Jesus til veruleika aftan fyri seg. HANN hevur vunnið sigur á heiminum! Tá ið freistarin kom til hansara í oyðimørkini, segði hann: Vík frá mær, Sátan! Og Sátan fór! Tá ið Jesus seinastu ferð fór til Jerúsalems, segði hann: Nú skal høvdingin í hesum heimi verða kastaður út! Á krossinum rópti Jesus sítt ”Tað er fullgjørt”, og páskamorgun, tá ið hann kom úr grøvini aftur, tí deyðin ikki kundi halda honum, er sigursmorgunin. Jesus sigraði á øllum tí ónda, á heiminum. Hann hevur sigrað í størsta stríð´, Sátan bundið um alla tíð!
Veruleikin aftan fyri ta kristnu trúnna er Jesus. Tá ið tað stendur, at trúgvin vinnur sigur á heiminum, er tað ikki ein og hvør trúgv, bert hon er nóg sterk, men tann trúgv, sum Jesus er veruleikin aftanfyri.
Tí er trúgv ikki bara at trúgva einum og hvørjum, men lívsfelagsskapur við hin krossfesta og upprisna Frelsaran, Jesus Kristus, so tær somu kreftir, sum vóru virksamar í honum, eru virksamar í okkum, sum í dag trúgva á hann.
Tí kann Jóhannes ápostul vera so fróur og siga: Hetta er tann sigur, sum hevur vunnið á heiminum, trúgv okkara.
Trúgvin er lívsfelagsskapur við Jesus. Tí standa eisini sakramentini, dópur og altarborð, sum tað, kristintrúgvin livir av. Har tekur Jesus okkum upp í sín lívsfelagssskap og gevur okkum av sínum lívi eins og víntræið mergjar greinirnar at bera ávøkst.
At halda fast við og liva í lívsfelagsskapi við Jesus er at vinna sigur á heiminum. Hetta er trúarinnar sigur.
Jóhs.Mortensen