Leita
Gev eina jólagávu, ið veruliga ger mun – ein gáva til Leguhúsið í Nesvík.
Vel upphædd
Upplýsingar um teg
Tú kanst eisini flyta umvegis banka og viðmerkja ‘Jólagáva’:
Bank Nordik: 6460-112.171.7
Betri Banki: 9181-120.251.2
Norðoya Sparikassi: 9865-101.001.2
Suðuroyar Sparikassi: 9870-100.284.9
Dagført 20. desember
Við útbyggingini í 2019 tók Leguhúsið eitt stórt stig frameftir. Tvær nýggjar kamarslonir og ein glæsilig ítróttar- og samkomuhøll hava opnað fyri enn fleiri møguleikum í leguhúsinum. Men hesi frambrot hava eisini kostað.
Vit hava framvegis 11,3 milliónir krónur eftir av láninum til útbyggingina. Í ár rinda vit umleið 1,3 milliónir í lánsgjøldum, men fáa bert 1,1 millión í gávum til at dekka hetta.
👉 Sostatt mangla vit 200.000 krónur fyri at dekka lánsgjøldini í ár.
Hvørt ár vitja fleiri túsund børn, ung og vaksin húsið og luttaka á legum, skeiðum og stevnum. Bara í summar vóru áleið 1000 børn og ung á legu í Nesvík – ein uppliving, sum setir varandi spor í teirra lívi.
Umframt barna- og ungdómslegur eru eisini manslegur, kvinnustevnur, bíbliuskeið, konsertir og nógv onnur smá og stór tiltøk, sum fylla húsið við lívi og lívgevandi felagsskapi. Tað er her fólk møtast til saman at deila lív og trúgv – í felagsskapi, har Gud og næstin eru í miðdeplinum.
Lánið í útbyggingini av Leguhúsinum er í stóran mun borið av teimum mongu, sum geva fast til Leguhúsið hvønn mánað. Við at gerast ein fastur stuðul hjálpir tú okkum við at lætta um trýstið á raksturin, so vit heldur kunnu nýta orku til at menna arbeiðið og skapa enn betri karmar í Nesvík.
Seinastu árini er rentan hækkað, og fastir gevarar eru dotnir burturav, síðan útbyggingin varð liðug. Vit rinda nú áleið 115.000 kr/mðr í lánsgjøldum, meðan vit fáa inn um 85.000 kr/mðr til at rinda lánið.
👉 Sostatt mangla eini 30.000 kr/mðr fyri at dekka lánið – hetta verður brúkt av tøkum peningi, um vit ikki fáa hetta fíggjað.
Latið okkum saman gera ein mun – fyri Gud, fyri næstan og fyri framtíðina.