Tá ið Gud grøðir
”Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: »Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!« ”
Markus 9,24
Ivar Ruud, próstur.
Ein seinnapart varð eg boðsendur at kom til eina familju, har maðurin var sjúkur.
Eg hevði sæð mannin á fleiri møtum. Hann hevði verið í
streingjakórinum, hevði eg varnast. Eg hevði ikki roknað við at hitt mannin í slíkari støðu, sum hann var í. Eingin hevði sagt mær nakað um trupulleikar hansara.
Tá ið eg kom inn í køkin, har familjan sat við døgurðaborðið, sá eg nevniliga, at maðurin var drukkin. Hetta gjørdi meg ovfarnan, tí eg helt, at maðurin var ein “vanligur kristin”, sum ongar trupulleikar hevði við “Alkohol kong”. Men hitt ringasta var ikki, at hann hevði trupulleikar – tað eru tað jú so mong, sum hava. Nei, tað var hetta, at hann var so hugmóðigur og ótýdligur. Hann kendi meg væl. Eg føldi meg tí eitt sindur illa við, tá ið hann segði: “Har kemur hann Jesus-typan aftur. Eitt er at prædika á møtum, men nakað heilt annað er, tá ið ein kemur út í lívið. Eg havi ilt í maganum, og fái eg ikki hjálp, so fari eg og heingi meg.”
Tá ið hann hevði tømt eina rúgvu av ljótum orðum út úr sær og bannað, hugdi hann upp á meg og segði: “Heldur tú, at Gud kann hjálpa mær og gera meg frískan? Tú, sum ert so sterkur í trúnni á Gud.”
Maðurin tosaði drynjandi, og skilliga sást, at hann sjálvur ikki hevði nakra serliga trúgv á, at tað kundi verða møguligt at fáa hjálp frá nøkrum Gudi. Eg royndi at svara honum so væl, sum eg dugdi, og segði honum, at eg mundi heldur ikki hava so sterka trúgv, men hóast tað, so hevði eg eina kenslu av, at Gud vildi hjálpa.
“Heldur tú, at Gud kann hjálpa mær?” spurdi hann aftur.
“Ja, hví skuldi hann ikki kunna hjálpt tær? Jesus hevur sagt, at tann, sum rópar til hansara í neyð síni, hann skal fáa hjálp,” svaraði eg.
Maðurin varð ovfarin av svarinum og tók spurningin uppaftur: “Heldur tú av sonnum, at um eg biði, so svarar Gud mær?” Eg nikkaði sum svar.
“Heldur tú veruliga, at um eg biði til Guds nú, so svarar Gud og hjálpir mær?” helt maðurin á.
Eg gjørdist við eitt so vísur í, at Gud vildi svara, og so vísur í, at maðurin fór at fáa hjálp, at eg svaraði: “Um tú biður, so vil Gud hjálpa tær.”
Tá ið tað gjørdist tøgn eina løtu, fall maðurin brádliga á knæ niður við stólin, har hann hevði sitið, og eg fall á knæ undir liðini á honum, so fór maðurin at biðja:
“Kæri Gud, nú mást tú hjálpa mær – tú veitst.” So segði hann ikki meir, fyrr enn hann skar í róp: “Nú kenni eg, at tú nemur við meg, Gud – nú kenni eg, at pínan hvørvur. Tú – tú, nú er hann her, Gud. Hann svarar mær – hoyrir tú tað?”
Maðurin hevði havt eitt møti við Meistaran sjálvan, við Jesus. Tað hevur ikki altíð verið vanligt at uppliva nakað slíkt, sum hendi tann dagin, tá ið eg bað fyri nøkrum. Í roynd og veru átti eg helst eisini at ivast í, um ein grøðing fór at henda, ið hvussu so er átti eg at verið eitt sindur ivingarsamur. Men eg haldi, at Gud letur okkum merkja seg á ein serstakan hátt viðhvørt.
Her hevði eg ikki biðið, men tað var Gud, sum hevði staðið til reiðar við svarinum og mint mannin á at biðja. Hetta var ikki mannaverk, men Guds verk.
Tað er í slíkum umstøðum, at ein kennir, at bønarsvarið ikki eru lótir, ikki er átikið, men móttikið. Kristus kann, og eg haldi, at hann hevði verið glaður, um hann kundi sloppið framat oftari í lívi okkara.
Tað er ikki um at gera at hava nógva trúgv, men hitt rætta er at biðja um hjálp at brúka ta trúnna, vit hava. Hon er nevniliga ein gáva frá Gudi – og røkkur trúgvin ikki til, so fyllir Gud uppí.
E. Campbell umsetti