Kraftin í Guds orði
“Kasta breyð títt út á vatnið, tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur.”
Præd.11,1
Ein trúboðari greiðir frá: “Eg varð biðin at fara til eitt hotell í Nottingham at vitja konu hotellstjórans, sum lá fyri deyðanum. Eg fann hana lukkuliga í trúnni á Frelsara sín, og eg spurdi hana, hvussu hon hevði funnið frelsuvegin.”
“Tá ið eg las hetta,” svaraði hon og rætti mær eitt tíðindablað.
Eg hugdi at tí og sá, at tað vóru nakrar síður úr einum
norðuramerikanskum blaði, har ein partur av einari talu hjá Spurgeon stóð í. Tað var hesin partur, sum var amboðið til nýggju trúgv hennara.
“Hvaðani hevur tú fingið hetta blaðið?” spurdi eg.
“Tað var ballað rundan um ein pakka, sum eg fekk sendandi úr Avstralia,” svaraði hon.
Hugsa tær – ein prædika verður hildin í London, ein partur av henni verður sendur til Amerika og prentaður har, síðani verður blaðið sent til Avstralia, og ein partur av tí verður brúktur at balla um ein pakka til Onglands. Og aftan á alla hesa longu ferðina verður tað til ein frelsandi boðskap fyri hesa kvinnu.
Mátti hetta verið ein áheitan á okkum at sáa Guds orð, tí enn er tað galdandi sum áður: Guds orð er sáðið, sum førir til frelsu.
“Kirkeklokken”. E. Campbell umsetti