Gud svarar
“Eg vil tær lova av øllum mínum hjarta … Tann dag, eg rópaði, bønhoyrdi tú meg.”
Sálm. 138,3
“Omma, hvat er hatta fyri ein løgin skrivimaskina, sum tú hevur? Kann eg sleppa at royna hana?” spurdi Hans.
“Tað man ikki fara at bera til, lítli mín. Hon ger bara prikkar. Hygg her.” Omman skrivaði eitt sindur upp á ein tjúkkan pappírslepa.
“Kom higar við hond tíni. Følir tú prikkarnar? Her stendur: “Góðan dagin, Hans.””
“Á, sum tað er stuttligt! Er tað satt, at tað ber til at lesa soleiðis við fingrunum?”
“Ja, um tú vart blindur, so vart tú noyddur at lesa soleiðis. Eg skrivi eina søgu til blind børn við hesi maskinuni. Men í gjár las eg um eina blinda gentu, sum ikki kundi læra at lesa við fingrunum. Hon búði í einari fátækari bygd í Fraklandi. Allan dagin sat hon og flættaði hálm, sum mamma hennara seymaði hattar av. Ein dagin kom ein prestur heim til Mariu, soleiðis æt gentan, og gav henni eina Bíbliu við blindskrift. Men fingrasnipparnir vóru so harðir av tí stíva hálminum, so hon føldi ikki prikkarnar. Maria græt og bað mammu sína skera ta hørðu húðina burtur. Hon fekk ræðuliga ilt; men skjótt var húðin líka hørð sum fyrr.”
Maria var sorgarbundin. “Eg má spyrja Jesus, hvat eg skal gera,” hugsaði hon. Tá ið hon fór til songar um kvøldið, bað hon til Jesus. Hon helt Bíbliuni tætt inn at sær, tí hon helt, at Jesus kundi teska tey orðini til hennara, sum stóðu í Bíbliuni. Men tá ið hon toygdi seg heilt inn at Bíbliuni, føldi hon prikkarnar móti vørrunum, og nú fekk hon lisið á tann hátt.
“Mamma, mamma,” rópti hon, “eg fái lisið. Jesus hevur svarað mær.”
E. Campbell umsetti.