Frelstur av eini barnabøn

”Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! ”
Fil.4,6

 

Fu Liao var ein lítil kinesisk 8 ára gomul genta. Hon varð umvend á einum missiónsskúla, og hon var sera glað.

 

Men heima møtti hon stóra mótstøðu. Omman og abbin vóru muhamedanarar, og tá lítla Fu Liao boygdi síni knø og byrjaði at biðja til Jesus, sleyrdu tey hana, ja tey sparkaðu hana enntá. Men tá hon sang sínar einføldu kristnu sangir og segði eitt sindur um, hvat hon hevði lært, so kundu tey ikki annað enn lýða á.

 

Fu Liao hevði eitt fjálgt hjarta. Hon elskaði ommuna og abban og bað fyri teimum, hóast tey fóru illa við henni. Hon var vís í, at bønir hennara fóru at verða hoyrdar.

 

Tí varð hon heldur íkki kløkk, tá abbin ein dagin bað hana kom innar til sín skjótast gjørligt.

 

”Um tú ert før fyri at biðja, ja so bið nú!” ýldi hann og risti gentuna sum fyri at leggja dent á síni orð, ”Bið tín Gud hjálpa okkum nú, tí ein flokkur av vandamiklum hermonnum eru komnir til okkara sókn. Teir eru júst nú ávegis móti okkara býi, og um teir koma inn í okkara hús, so taka teir alt, vit eiga við sær, soleiðis sum teir eisini gjørdu síðstu ferð. Bið tí nú, alt fyri eitt!”

 

So skumpaði hann hana inn í eitt tómt høli og læsti dyrnar. Lítla gentan boygdi alt fyri eitt síni knø í bøn. Hon var eitt sindur ørkymlað yvir atburðin hjá abbanum; men kortini kendi hon seg trygga. Mamman sum var inni í stovuni við síðuna av hoyrdi hana biðja:

 

”Góði Jesus! Eg eri so glað, tí abbi mín sjálvur hevur biðið meg biðja. Tú veitst, at hann altíð fyrr var so sintur og illur og sleyrdi meg. Men nú hevur hann givið mær boð at biðja. Á, góði Jesus, nú hevur tú møguleikan. Kanst tú ikki nú vísa abba, at tú so sanniliga svarar uppá bønir? So mást tú eisini forða hermonnunum í at koma inn í hús okkara, góði Jesus, nú hevur tú møguleikan!”

 

Teir ágangandi og hóttandi hermenninir vóru nú komnir inn í býin, og tann yvirmaðurin, ið hevði leiðsluna, reið nú móti húsinum, har lítla gentan lá og bað. Hetta húsið hóskaði best sum bassa hjá herovastunum.

Tá herovastin nærkaðist honum, legði hann merki til, at portrið ella hurðin stóð opin inn í havan, tí abbin visti, at læt hann ikki portrið standa opið, so fóru hermenninir at spreingja sær vegin fram ígjøgnum portrið.

 

Men í somu løtu heryvirmaðurin skuldi ríða inn um portrið hendi nakað løgið. Hesturin gjørdist heilt óstýriligur. Teir kundi einki gera fyri at fáa hann til at gera teimum til vildar og ríða har inn. Sama hvat heryvirmaðurin royndi, so gekk tað ikki. Heryvirmaðurin royndi bæði við píski og spora, men hesturin reisti seg bara upp á bakbeinini og gneggjaði, og inni í lítla kamarinum helt lítla gentan fram við at biðja: ”Góði Jesus, her hevur tú tín møguleika!”

At enda rópti heryvirmaðurin: ”Húsið er fult av ondum. Tað ber ikki til hjá okkum at síggja teir, men hesturin kann. Eingin má fara inn í hetta húsið.”

 

Allir hermenninir vendu aftur og teir funnu so eitt annað hús at gista í.

 

Sama kvøldið fór tann gamli og stolti muhamedanski abbin til trúboðaran har á staðnum og við tárunum rennandi eftir kjálkunum stamaði hann: ”Sigið mær frá um henda Gud, sum so undurfult svarar bønum okkara. Lær meg eisini at biðja!”
E.Campbell umsetti