Framløgur um støðuna í Miðeystri og Ísrael

Týskvøldið 8. apríl, kl. 19, skipar Vinafelagið Føroyar–Ísrael fyri einum tiltaki í Aulini í Finsen í Havn. Tvær kvinnur, sum liva mitt í brennideplinum í Ísrael, fara at greiða frá spentu og aktuellu støðuni í Ísrael og Miðeystri. Heitið á framløgunum er: Hættisliga støðan søgd frá vitnum úr Miðeystri.

Lilach Ashtar er serfrøðingur í geopolitikki við landamørk Ísraels og hevur serliga vitan um yvirgangsfelagsskapir og islamska mentan. Hon var hernaðarleiðari við norðara landamark Ísraels undir Iron Swords-krígnum og hevur síðani havt leiðsluna fyri atsóknunum við Gaza-landamarkið. 

Lilach og familjan búgva í einum samfelagi við markið til Sýria. Hóast kríggj og støðugan lívsvanda hava tey valt at vera verandi og halda fast við landið og heimið. 

Talia Sapir arbeiðir fyri felagsskapin Karen Hayesod, sum varð stovnaður í 1920. Talia arbeiðir við at integrera jødar, ið velja at flyta til Ísrael vegna stóra jødahatrið, sum tók seg upp, tá Ísrael svaraði aftur eftir ræðuligu Hamas-terroratsóknina 7. oktober 2023. Jødar streyma í stórum tali til Ísraels í hesum døgum. 

LES EISINI  ES vil keypa gass úr Ísrael

Eisini fer Ole Konstantyner, sum er danskur jødi, at greiða frá, hvussu føroyingar kunnu vera við til at stuðla arbeiðinum at integrera jødar í Ísrael. 

Ímillum framløgurnar verður tónleikur og sangur. Aftaná verður prát og kaffi, te og okkurt søtt undir góman.   

Tulkað verður úr enskum til føroyskt. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina