Langi fríggjadagur – deyði, lív og vón
Langi fríggjadagur hevur sítt navn, tí tað er dagurin, har Jesus verður píndur og doyr á krossinum. Tí er hann langur og sorgblíður, men hann peikar eisini fram móti stóru vónini á páskum: Uppreisn Jesu Krists.
Evangeliini greiða frá, hvussu Jesus, eftir at hava etið saman við lærusveinum sínum fyri seinastu ferð, fer við teimum út í ein urtagarð uttanfyri Jerúsalem, sum eitur Getsemane. Har finna Judas og hermenninir hjá høvuðsprestunum teir, og Jesus verður handtikin.
Avhoyring og pína
Jesus verður førdur til avhoyringar og píndur hjá rómverska landshøvdinganum Pontius Pilatusi, og eftir at hann er dømdur, verður hann førdur út til Golgata, avrættingarstaðið uttanfyri Jerúsalem.
Jesus fær eina tornakrúnu á høvdið fyri at háða hann, tí ákæran ímóti honum er, at hann hevur sagt seg sjálvan at vera kongur hjá jødunum. Hetta verður mett sum ein álvarsom ákæra, tí Jesus verður sæddur sum ein uppreistrarmaður og ein møgulig hóttan móti rómverjum, sum høvdu hersett landið. Teir hildu eisini, at hann hevði sagt seg sjálvan at vera Gud – og tað eigur einki menniskja at gera.
Krossurin
Jesus bar sjálvur krossin út til Golgata – í øllum førum tvørbjálkan, hann síðan verður hongdur á. Á Golgata sláa hermenninir naglar gjøgnum hendur og føtur hansara, so hann verður negldur fastur á krossin.
Tí er krossurin kristindómsins sterkasta tekin, hóast tað kann tykjast løgið, at eitt avrættingartól er tekin um lív og trúgv. Men her doyði Jesus, og páskadag hoyra vit, at hann reis upp aftur. Tí minnir krossurin okkum á, at Jesus doyði fyri menniskjans skuld, og at hann reis upp aftur og vann sigur á deyðanum. Hann livir og vit skulu liva! “Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum.” (1. Pæt. 1,3)
Jóhannes ápostul hevur skrivað tað sokendu lítlu Bíbliuna: “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóh. 3,16)
Profeti ganga út
Øll evangeliið greiða frá, at tað, sum hendi langa fríggjadag, hendi júst fyri at profetiini í Gamla Testamenti skulu ganga út. Til dømis stendur í Jesaja 53,12, at hann “varð taldur millum misgerðarmanna.” Hesi orð verða endurgivin í Markus 15,28 og Lukas 22,37 sum grundgeving fyri, at Jesus verður krossfestur millum tveir ránsmenn. Evangelistarnir vilja vísa á, at tað, sum hendi við Jesusi, ikki er tilvild, men partur av Guds fullkomnu frelsuætlan.
“Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum.” (Jes. 53,5-6)
Hin líðandi tænarin
Í Jesaja bók í Gamla Testamenti hoyra vit fleiri ferðir um ein duldarfullan persón, Tænara Harrans. Hann verður vanliga kallaður “Hin líðandi tænarin,” og verður lýstur sum ein maður, ið øll venda sær frá, ein maður, ið kennir til líðing og deyða. Tað serliga við honum er, at hann ber líðing og syndir hjá øðrum – hann er syndabukkur: “Hann bar syndina hjá mongum og bað fyri misgerðarmonnum..”, Jesaja 53,12.
Evangelistarnir vilja, uttan iva, at vit hugsa um henda líðandi tænaran, tá vit lesa um Jesu líðing og deyða. Jesus er tann, ið doyr fyri at bera syndirnar hjá øðrum – ein staðfestandi deyði, har Jesus doyr í okkara stað. Hetta sigur hann eisini sjálvur í Markus 10,45: “Tí at menniskjusonurin er ikki komin fyri fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.”
Jesu deyði
Øll fýra evangeliið greiða frá deyða Jesu á krossinum langa fríggjadag, men við frábrigdi um, hvussu teir síðstu tímarnir og minuttirnir fara fram. Jóhannes lýsir Jesus, sum tann ið hevur góðtikið sína lagnu, og hansara seinastu orð eru: “Tað er fullgjørt”, Jóh. 19,30
Markus 15,33 og Matteus 27,46 siga hinvegin, at Jesus rópar til Gud á krossinum: “Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?” Hetta er eisini eitt brot úr Gamla Testamenti, sálmur 22 í Sálmabókini.
Hetta er í veruleikanum eitt neyðarróp frá tí líðandi og doyggjandi tænaranum á krossinum. Men veruleikin er tann, at sálmur 22 endar við bønhoyran og lovsongi, tí at sigurin er vunnin og frelsuverkið er fullkomið, og ein og hvør, sum trýr á hann, skal ikki glatast, men hava ævigt lív.” (Jóh. 3,16)
Sálmur 22 er ein sálmur um Jesu líðing og deyða. Dávid kongur hevur skrivað sálmin og Martin Luther var ógvuliga gripin og rørdur av hesum sálminum.
Les sálma 22 her: https://biblia.fo/biblia?b=19&c=22
Mín Jesus, eg ei gloyma kann,
tá eygað leit á teg,
tá ið eg sá teg sveitta blóð
har í Getsemane!
Eg gloymi ei, eg gloymi ei,
eg gloymi aldri teg,
tá ið eg sá teg sveitta blóð
har í Getsemane!
2. Tá ið eg hagar legði leið,
eg sá teg biðjandi,
eg sá tá mína synd og neyð
har í Getsemane.
3. Av øllum svikin har tú lást
og stríddi fyri meg,
eg aldri, aldri fata kann
ta neyð, tá gekk á teg.
4. Og sært tú kólna kærleik mín
til tín, mín frelsari,
tú minn meg tá á kampin tín
har í Getsemane!
Yrkjari: Edward P. Hammond 1866.
Umsett: Hans Biskupsstøð.