Páskaleygardagur
”Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.”
Jes.53,5
Páskaleygardagur er ein serligur dagur í páskahátíðini.
Tað stendur ongastaðni, at mann henda dag skal halda nakra gudstænastu, so tað kann skjótt gerast til ein dagur, vit kanska hava lyndi til at gloyma í øllum í ógvisligu páskahendingunum. Mann er kanska ávegis til ein páskamorgunmatarbita ella á veg til at keypa inn til páskadagarnar.
Men frá gamlari tíð var tað í Danmark ein siðvenja at skipa fyri vaksnamannadópi ella vøkudegi. Dagin eftir, t.e páskadag, rísur Jesus jú frá teim deyðu og tað er tað, ið vøkudagurin hevur verið hildin um. Sæð hevur verið fram til vónina og ljósið.
Dagurin áðrenn, t.e langafríggjadag, varð Jesus krossfestur og doyr og ein og hvør, ið hevur roynt at verið til staðar har, ið pínan er stór, veit eisini, at tað altíð er ein ”dagin eftir”. Ein dagur, har ein ikki rættiliga skilir, at lívið kann halda fram, ein dagur, har ein mest sum bert bíðar eftir, at pínan skal fara burtur.
Tá vøkunátt verður hildin, so er tað, tí ein gleðir seg til, at ljósið og vónin venda aftur. Í nógvum kirkjum verður vøkunátt hildin millum páskaleygardag og páskadag, har samkoman skiftist um at lesa hart úr Bíbliuni og nógvastaðni er eisini musikgudstænasta eftir sólsetur.
Kelda Folkekirken.dk