Uttan grundarlag vikast mannarættindini
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Tað var ein tíð, tá ið mannarættindini vóru eitt útrykk fyri felags virðir, sum øll menniskju tvørtur um tjóðir og fólkasløg kundu semjast um. Ikki tí vit hugsaðu eins, men tí at vit, tá til stykkis kom, viðurkendu ein grundleggjandi sannleika: at hvørt einstakt menniskja hevur virði, tign og rættindi – ikki sum nakað, vit sjálvi hava skapað, men sum nakað, ið er okkum givið. Sæð við bíbilskum eygum: sum ein gáva frá Gudi.
Í dag síggja vit tíverri ein annan veruleika.
Mannarættindi eru vorðin ein stríðsvøllur fyri mótstríðandi ideologiir.
Har vit áður kundu semjast um rættin til lív, talufrælsi og trúarfrælsi, eru vit nú ósamd í djúpum virðisstríði, har talufrælsi verður sett ímóti trúarfrælsi, og rættindini hjá kvinnum koma í stríð við rættindini hjá transfólki.
Á fleiri økjum hava vit mist sjónina fyri, hvat eru grundleggjandi rættindi, og hvat eru sekunder og avleidd rættindi.
Hetta sæst millum annað í kjakinum um fosturtøku, har ein grundleggjandi rættur – rætturin til lív – verður settur upp ímóti einum avleiddum rættindum: rættinum til sjálvræði.
Tá rættindi stoyta saman uttan eitt fast grundarlag, vaksa ikki loysnir fram – men nýggj hermót.
Vit kunnu ikki geva Amnesty International alla skuldina fyri hesa polarisering. Men teirra val at stíga inn í virðispolitisk stríð hevur viðvirkað til, at mannarættindini mistu sína savnandi rødd.
Síðani hava mannarættindini verið í fríum falli, uttan nakran álítandi talsmann at umboða øll menniskju.
Henda gongdin vísir á ein djypri sannleika: Vit mangla í dag eitt felags grundarlag at standa á.
Mannarættindi vórðu ikki fødd í einum tómrúmi. Tey hvíla á eini hugsan, sum kristindómurin í øldir hevur borið fram: at menniskjað er skapt í mynd Guds (1. Mós. 1,27) og tí hevur eitt ófrávíkiligt og viðføtt virði.
Tá vit missa hetta grundarlag, verða mannarættindini lættliga til nakað, vit sjálvi skulu semjast um – har tað ikki er sannleikin, men okkara egni vilji, ið setur mørkini.
Og tá Guds vilji ikki longur er leiðreglan, er vandi fyri, at tað verður valdið – ikki rætturin – sum fær seinasta orðið.
Danski stovnurin, Institut for Menneskerettigheder, vísir á, at rættindi í dag ofta verða nýtt strategiskt í politiskum stríðum (menneskeret.dk), og Roskilde Universitet staðfestir, at grundleggjandi rættindi í dag stoyta saman uttan eina greiða, felags loysn (rucforsk.ruc.dk).
Sum Luther legði áherðslu á, er menniskjað bæði rættvíst og syndugt (“simul justus et peccator”). Tað merkir, at eisini bestu verkætlanir okkara eru veikar, um tær ikki halda seg til ein hægri sannleika. Rættvísi kann ikki einans skapast úr neðra. Tað má verða givið omanífrá.
Kristindómurin lærir okkum bæði um eina treytaleysa virðing fyri menniskjanum (“Tú hevur gjørt hann lítið lægri enn Gud.” Sálmur 8, 6) – og eina djúpa veruliga fatan av okkara trongd til at søkja egnan vilja heldur enn sannleikan.
Mannarættindi sum hugsan eru ikki fyrnað. Men tey kunnu ikki yvirliva sum bert lógarparagrafar. Tey krevja eina djypri søgu um, hví menniskjað hevur virði – eina søgu, sum peikar út um okkum sjálvi.
Kanska finna vit ikki eitt felags stev aftur, fyrr enn vit tora at lata frælsi, ábyrgd og virðing vaksa út úr teirra veruligu rót – sjálvum Gudi.
Spurningurin er tí ikki bert, hvør kann tala fyri mannarættindum í dag.
Spurningurin er, um vit yvirhøvur vilja – ella megna – at finna aftur til tað grundarlag, sum tey hvíla á.