Loksins kunnu tey kristnu í Indonesia lesa Bíbliuna á móðurmálinum

Í grøna fjallalendinum í Tana Toraja í Indonesia er ein still men støðug veking, sum ávirkar bæði trúgv, mál og samleika. Túsundtals kristin, sum hava djúpan longsul eftir at varðveita sítt móðurmál, hava fingið lut í 3.000 bíblium á Toraja-málinum, við stuðli frá samstarvsfeløgum hjá Open Doors. Hjá mongum er hetta fyrstu ferð, at tey kunnu lesa Guds orð á móðurmálinum.

Í Toraja verður bíblian nevnd Sura’ Madatu. Sura’ kann umsetast til “skrift” ella “bók”, meðan Madatu merkir heilagt. Samansett merkir tað Guds heilaga orð, og tað hevur størri týdning enn bert umsetingin – tí tað er Guds heilaga orð á tí máli, sum býr í hjørtunum hjá teimum kristnu í Tana Toraja.

Útberingin av bíbliunum er vorðin møgulig gjøgnum samstarvsfelagar hjá Open Doors, prestafelagið í Indonesia og Toraja Church Synod, sum er størsta kirkjan í økinum.

Eftir tveir tímar við flogfari frá heimbýnum til høvuðsstaðin í landspartinum Makassar, skuldu tey koyra 284 kilometrar við bussi til Tana Toraja. Eitt skriðulop seinkaði bussferðina, so ferðin tók tilsamans 13 tímar – seks tímar longur enn væntað. Hóast teir vóru troyttir, fór toymið beinanvegin at vitja kirkjur og Toraja State Christian Institute fyri persónliga at handa teimum bíbliurnar.

LES EISINI  Skilið var vánaligt – nú ber av

Tørvurin á bíblium gjørdist skjótt sjónligur. Sambært prestinum Yunus úr Toraja-kirkjuni er Toraja-málið nú á støði 4 á einari stigatalvu við 10 stigum, har stig 10 merkir, at málið er útdeytt.

“Vit eru bangin fyri, at málið til endans kann hvørva,” greiðir hann frá. “Tí halda vit fram við at hava gudstænastur á Toraja. Bíbliurnar fara í stóran mun at hjálpa kirkju okkara at skilja Guds orð á móðurmálinum.”

Ein prestur orðaði sítt takksemi soleiðis:

“Eg havi altíð droymt um at eiga eina bíbliu á Toraja-málinum, men tað hevur verið sera trupult at fáa fatur á einari bíbliu. Hendan bíblian gevur okkum eitt nýtt amboð til at granska Guds orð, og tað verður okkum øllum til ríka signing.”

Anis, sum arbeiðir í kirkjuni, segði seg vera ovurfegna at fáa eina bíbliu í hondina: “Foreldur míni eiga eina gamla bíbliu á Toraja, men hon er niðurslitin,” sigur hon smílandi við nýggju bíbliuni í hondini. “Nú havi eg fingið eina nýggja bíbliu og tað fyllir meg við gleði. Nú kann eg venja móðurmálið, meðan eg lesi Guds orð.”

LES EISINI  Open Doors: Kina hevur stongt 10.000 kirkjur í 2023

“Takk til tey góðhjartaðu fólkini, sum Gud brúkar til at geva og hjálpa við at prenta Sura’ Madatu,” sigur presturin Uci, sum leiðir eina meinigheit við fleiri hundrað limum. “Vit eru sera takksom. Henda bíblian fer at útbúgva okkum enn meira og læra okkum at granska skriftina. Hvønn mánað hava vit eina gudstænastu á Toraja-málinum og lesa Guds orð úr Sura’ Madatu. Takk fyri, at tit vælsignaðu okkum.”

Bíblian lærir, at himmalin er fyltur við “stórari mannamúgvu, sum eingin kundi telja, úr øllum tjóðum og ættum, fólki og tungumálum …” (Opb. 7:9). Takk fyri gávur frá kristnum kring heimin og samstarvsfelagar okkara, sum hava gjørt hetta himmalska til veruleika. Sura’ Madatu ger nógv meira enn at varðveita málið – hon endurgevur samleikan, styrkir trúnna og tryggjar, at komandi ættarlið av kristnum í Toraja kunnu lesa Guds orð á sínum egna máli.

Bið fyri Indonesia:

  • Takka Gudi fyri møguleikan at geva túsundtals kristnum eina bíbliu á móðurmálinum.
  • Bið um, at bíbliurnar fáa kristin at koma nærri Gudi og lata dyr upp fyri, at enn fleiri kunnu hoyra evangeliið.
  • Bið um Guds vernd og verju yvir kirkjurnar og tey kristnu í Indonesia.
LES EISINI  Boko Haram kundi ikki knúsa trúnna á Gud

Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina