Mítt góða er at vera Gudi nær
Sálmaskaldið og levitturin Ásaf er nevndur sum høvundur til 12 av teimum 150 sálmunum í Gamla Testamenti.
Umframt Dávid er hann tann, ið skrivað hevur flestar sálmar. Tað var eisini hann, sum leiddi tónleikin í halgidóminum á døgum Dávids kong. Hann var ættarfaðir at stórari ætt við góðum sangarum, og av teimum vóru 128, sum komu aftur úr útlegdini í Bábel.
Tað kendasta bíbliuversið, sum Ásaf hevur skrivað, er kanska tað, sum onkuntíð verður rópt neyðnummarið til himmalin – og tað er Sálmur 50,15. Hetta nummarið er vert at minnast, og tað ljóðar:
“Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!.”
(Sálmur 50,15)
Ásaf leiddi sangin og tónleikin í halgidóminum og bæði hann og synir hansara, høvdu sera gott oyra fyri tónleiki. Teir sungu og spældu á ymisk ljóðføri. Vit kunnu nevna glymskálur, hørpur, streingjaljóðføri, trompet og horn. Hesi ljóðføri vórðu nýtt í sanginum undir gudstænastuni.
Ásaf hevði eina sterka trúgv og álit á Gud. Hóast hann upplivdi stóran tryggleika undir Guds vernd og verju, kendi hann eisini freisting at venda Gudi baki, serliga tá ið hann sá, hvussu lætt og sorgleyst lív teirra gudleysu tyktist vera.
Men tá ið hann fekk at síggja, hvussu endi teirra fór at verða, takkaði hann nei til at býta lívið við Gudi um við gleðina, sum heimurin kundi bjóða. Tí sigur hann tey kendu orðini:
“Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevur tikið í mína høgru hond! Tú meg leiðir við tínum ráðum og tekur meg síðan til dýrdar! Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Gud mín klettur og mín lutur allar ævir! Tí at teir, ið seg halda frá tær, ganga til grundar, allar, ið tær ótrúgvir eru, tú oyðir. Men mítt góða er at vera Gudi nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum. (Sálmur 73,23–28)
Les allan sálmin her…
Ásbjørn Jacobsen


