Søgan fyri sálmin: ”Der er magt i de foldede hænder”

Trýst á hesa leinkju fyri at hoyra

 

Vi lata her høvundan, Trygve Bjerkheim sjálvan greiða frá, hvussu hesin sálmur varð til.

 

Fyri nøkrum árum síðan sat eg í Forbundshallen í Oslo ein sunnudags fyrrapart og hoyrdi ein ungan trúboðara tala. Ein setningur, sum hann nýtti, skrivaði eg niður. ”Den stærkeste supermagt i verden til enhver tid, det er fronten med de små foldede hænder.”

 

Lítla pyntaða kortið við hesari orðing sat í mínum franska nýggja testamenti, og seinni varð eg støðugt ámyntur um hesi orð við at síggja tey um og umaftur. Eg ynskti mær at skriva ein sang um hesa orðing. Sostatt koyrdi hetta uttan íhald runt í mínum sinni.

2 – 3 ár seinni, ella kanska var tað 4, vaknaði eg eina náttina og kom til at hugsa um orðini ”Den stærkeste supermagt” – de foldede hænder. Og setningin ”Der er magt i de foldede hænder.”

 

Eg hevði 2 ørindi. Eg var nærum liðugur við sangin, tá eg tendraði ljósið og skrivaði tað niður. Hesi ørindi vórðu seinni prentað sum ein lítil yrking í árbókini hjá Missionsforeningen í 1955: ”Dybere ned”. Tey hóska væl til forsíðuna – ein lítil kinversk genta, sum stendur við boygdum høvdi, meðan hon heldur saman hendur í bøn.

Tá henda bókin kom til Dronningborg College í Grimstad í byrjanini av 1956, legði lærar, Haugen merki til hesa lítlu yrking, og beinanvegin fann han eitt lag, sum hóskaði til yrkingina. Hetta lagið gjørdi yrkingina kenda. Men sangurin hevur 3 ørindi. Eitt sindur seinni kemur ein pensoneraður yvirmaður hjá Frelsunarherinum, oberst Linderud, inn á skrivstovu mína í Mollergata 19.

 

Hann segði seg vera blivin sera glaður fyri yrkingina, og at hann hevði skrivað eitt lag til hetta. So spurgdi hann, um hann kundi fáa loyvi til at nýta tekstin úr yrkingini til sangin. Sjálvandi fekk hann tað, men so skoytti hann upp í: ”Kona mín og eg kundu ynskt okkum, at tú skrivaði eitt ørindi afturat, har tú tekur foreldrini við, sum byðja fyri børnum sínum.” Eg lovaði at royna. Tá hann var farin, skrivaði eg eitt nýtt ørindi: ”Du, der beder for dit barn, dine kære…”

 

Oberst Linderud kom framvið aftur nakrar dagar seinni og fekk tá hetta nýggja ørindi. Tað var síðstu ferð, eg sá henda serstaka mann. Stutt eftir hetta var hann saman við konu síni og vitjaði gamlar vinir í Egersund.

 

Áðrenn hann skuldi fara avstað aftur til eitt møti í samfelagshúsinum seinni hetta kvøldið, sat hann og hvíldi seg eina løtu í djúpa lenistólinum. Bráddliga fall høvd hansara afturá, og hann andaðist. Eftir gravarferðina varð hildin ein stór minnisløta, har sangurin varð sungin við hansara lagi.
E. Campbell umsetti