HMU Lovsongur við nýggjum staklagi

Lovsongsbólkurin, HMU Lovsongur, ið fyri stuttum gav sín fyrsta sang út – nýtulkingina av ”Mín Jesus, lat mítt hjarta fá” – er nú aftur til reiðar við nýggjari útgávu.

Hesa ferð er tað ein føroysk útgáva av svenska sálminum: ”Från frälsaren på korsets stam”. Týðingina eigur Heri Tróndheim, ið andaðist fyrr í vikuni. Fyrsta reglubrotið hjá Hera ljóðar: ”Frá tí krossfesta frelsara”. Vit bera Hera tøkk fyri trúfesti og ríka íkast hansara, ið hevur signað Heimamissiónina og kirkju- og sanglív kring alt Føroya land.
Æra veri minni um Hera Tróndheim.

Sangurin varð upptikin á 17+-leguni í Nesvík í summar, har út við 200 ung vaksin savnaðust um kristna boðskapin.

Søgan handan sangin

Sagt verður, at tað var á vári í 1913, at presturin Kæmpe Gleerup yrkti júst henda sálmin. Fyri eina ferð skyld hevði hann frí frá sínari prestatænastu, men fór kortini sjálvur í kirkju.

Meðan hann sat og lurtaði eftir prædikuni, fall ein sólargeisli á slitnu prestaklæði hansara. Kæmpe gjørdist brádliga varur við hvussu slitin og skitin klæðini vóru. Tá rann honum í huga, at hetta als einki hevði at siga fyri Guði. Guð hyggur ikki eftir tí, sum er uttaná, men eftir tí sum er innaní – hvussu tað stendur til í hjartanum. Kæmpe kom í syndaneyð, og tað kendist, sum um ljósrípan avdúkaði alla hansara synd.

Tá hann so hugdi upp og royndi at finna útav hvaðani tann avdúkandi ljósrípan kom, sá hann, at sólargeislin skein á krossmyndina, sum hekk uppyvir altarinum, og at hetta ljósið gav afturskin, ið rakti hansara prestakjóla.

Ljósið kom harvið ”frá tí krossfesta frelsara”, og Kæmpe var aftur mintur á, at bjargingin, ið okkum tørvar kemur frá Jesusi aleina. Í deyða hansara eru allar rukkur og allir blettir tváað burtur. Og hvør tann, ið er tyngdur av syndabyrðini kann fáa synd sína reinsaða í Jesu blóði – ið eisini fríkeypir okkum.

Tann dagin fekk Kæmpe eitt heilt serligt frímóð gjøgnum krossverk og náði Jesu, og hann móttók nýggja trúgv á syndanna fyrigeving í fullkomna deyða Krists.
Glaður fór hann heimaftur til hús – og at prestakjólin var skitin og tvitin hevði nú als einki at siga – tá ið hann straks við penni og blekki fór undir at seta orð á hesa opinbering, ið vit syngja saman í dag.

LES EISINI  Heimamissiónsskrivstovan stongd í tríggjar vikur

Guðfrøðiliga sterkur:
Í heimamissiónssangbókini hevur Heri Tróndheim tikið 3 krossávísingar við:

Tann fyrsta vísir til Lukas kap. 23, har Jesus verður krossfestur saman við tveimum illgerðarmonnum. Har hoyra vit hvussu annar teirra vendir sær í trúgv til Jesus, og Frelsari okkara sigur við ránsmannin:
«Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!» (Luk. 23, 43)

Tann næsta ávísingin er út frá Mika kap. 7. sum lýsir Guðs stóru miskunn.
“Hann várkunnar okkum aftur, traðkar okkara misgerðir niður, ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp.” (Mik. 7, 19)

Triðja krossávísingin finna vit í Sálmi 103, har ið Dávid syngur um Guðs ófatiligu fyrigeving. Í sama anda sum í 4. Niðurlagi í nýggja staklagnum:
“Sum vestur er frá eystri statt, hann hevur syndir av mær lætt”
yrkir Dávid hesi undursomu orð:
sum eystrið er fjarlagt frá vestri, so hevur hann firrað misgerðir várar frá okkum.” (Sálmur 103, 12)

Hetta vísir, hvussu væl grundaður sangurin er í Guðs orði og minnir okkum á hvussu stórfingið og sigursælt krossverkið av sonnum er.

LES EISINI  Skrá fyri Ársmøtið 2023

Liðið handan útgávuna:

Tað eru bæði royndir og nýggjar kreftir, ið mynda lovsongsbólkin. Bólkurin er mannaður soleiðis:

Sangarar:
Anton í Liljudali
Fríðunn í Liljudali
Helena Sunnsker
Teitur Poulsen
Sanna Hentze Davidsen

Gittarar:
Anton í Liljudali – kassagittari, pedal-steel og banjo
Einar Poulsen – ravmagnsgittari
Jónas Thomsen – bassgittari
Jón Rói Høgnesen – kassagittari

Rútma/Stev:
Ámundur Berthelsen – slagverk
Dávid Olsen – trummur

Ljómborð & Klaver:
Hallur Reynslág

Upptøkan:
Ljóðtøkningarnir til 17+leguna vóru Kristinn Akursmørk, Salomon Skorastein og Jóhannes Berthelsen, ið stóðu fyri upptøkunum

Framleiðslan er gjørd av Antoni í Liljudali og Símuni Dam, ið eisini hevur staðið fyri ljóðblandingini.

Til endans varð lagið sent til USA, har Drew Lavyne – kendur fyri sítt arbeiði, m.a. við Elevation Worship og Grammy-virðislønir innanfyri kristnan tónleik – tók sær av masteringini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina