Leita

Hjálp okkum at bera missiónsarbeiðið fram á leið.
Vel upphædd
Upplýsingar um teg
Tú kanst eisini flyta umvegis banka á konto 9181-169.059.2 og viðmerkja ‘Jólagáva’:

Hvørt ár koma fleiri túsund børn, ung, familjur, eldri, kvinnur, menn v.m. til okkara legur og tiltøk. Harafturat virka vit fyri at stuðla staðbundnum arbeiðum kring landið, sum eitt nú samla eini 1500 børn og ung hvørja viku til sunnudagsskúlar, junior og ungdómsmøtir.
Vit hava eisini trúboðarar, sjómanstrúboðara, barna- og familjuráðgeva, ungdómsráðgeva, forlag við nethandli, Leguhúsið í Nesvík, Trúboðan, bíbliulesiætlan til ung, Sunnudagsblaðið, sangfagnað fyri børn og mangt annað. Alt hetta verður í stóran mun borið av gávum og sjálvbodnum.
Við stórum ætlanum fyri framman innan fleiri økir tørvar okkum støðugt meira fígging til missiónsarbeiðið fyri at vekja upp trúarlívið og menna kristna felagsskapin.
👉 Tú kanst vera við til at bera hetta arbeiði við at lata eina jólagávu.
Við útbyggingini í 2019 tók Leguhúsið eitt stórt stig frameftir. Tvær nýggjar kamarslonir og ein glæsilig ítróttar- og samkomuhøll hava opnað fyri enn fleiri møguleikum í leguhúsinum. Men hesi frambrot hava eisini kostað.
Vit hava framvegis 10,3 milliónir krónur eftir av láninum til útbyggingina. Í ár rinda vit umlið 1,3 milliónir í rentum og avdráttum og fáa knappa millión í gávum til at dekka hetta.
👉 Sostatt mangla vit 300.000 krónur fyri at dekka lánsgjøldini í ár.
(Um tú vilt veita eina størri hjálp fyri at fáa hetta lánið niðurgoldið so Leguhúsið gerst skuldarfrítt skjótari, kanst tú seta teg í samband við aðalskrivaran á tlf. 720 720 ella jakup@mission.fo)


Á vári 2025 løgdu vit fram nýggja strategi fyri komandi árini, har vit vilja seta fokus á hesi 7 innsatsøkir:
Okkurt verður longu gjørt væl við verandi virksemi, men vit hava eisini ætlanir um átøk, ið krevja meira fígging til okkara arbeiði. Tín jólagáva hjálpir okkum fram á leið við hesum.
Tú kanst eisini saman við fleiri hundrað øðrum vera ein fastur stuðul av øllum hesum arbeiðið komandi tíðina við at lata eina fasta mánaðargávu. Hetta hjálpir okkum at leggja arbeiðið meira til rættis.
Latið okkum saman gera ein mun – fyri Gud, fyri næstan og fyri framtíðina.