Orð hins æviga lívs
”Símun Pætur svaraði honum: »Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; ”
Jóh. 6,68
Hetta orðið hjá Símun Pæturi er sum afturljóðið frá suffunum hjá einum glataðum heimi eftir lívi og frelsu.
Hvønn skulu vit fara til?
Og tann blindi heimurin vendir sær higar og hagar – trilvandi og leitandi.
Til Buddha, men Buddha hevur ikki lekidóm móti synd. Til Muhammed, men tann falski profeturin stendur kaldur mótvegis suffunum hjá syndarum eftir friði. Til eitt milliónatal av avgudum; men teir standa har málleysir og hóttandi, og hin leitandi sálin fer burtur, sum hon kom – við tí bivandi óttanum hjá trælinum.
Til heimsins mongu brunnar, har sum friðleysa mannaættin heldur seg finna lívsins vatn, men teir eru allir “brunnar við sprungum” – og hin leitandi finnur bert tómleika og vónbrot.
Men ”… Tú hevur orð hins æviga lívs; ” játtar ápostulin. Hetta er kristindómsins sigur, frægd og frøi yvir allar sonevndar religiónir.
Suffið býr í hvørji einastu mannasál; men Jesus livir og ber lekidóm og frelsu við sær.
Á gævi, at allar heimsins suffandi og leitandi sálir bert vildu farið til hansara.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

