Bókaummæli

Her ummæla vit tvær sera áhugaverdar bøkur.

Brødets hus

Bókin er ein spennandi skaldsøga um Rutt í Gamla Testamenti, og er fimta bíbilska skaldsøgan á
donskum eftir Tessa Afshar.

Noomi hevur mist vónina eftir at maður hennara og báðir synir teirra eru deyðir. Hon ger av at
rýma frá Móab og fara heim til Betlehem, og verdóttir hennara Rutt, fer við henni. Tær ganga eini
ótryggari tíð á møti, men Rutt arbeiðir hart fyri at kunna uppihalda bæði sær sjálvari og síni
vermóðir.
Í Betlehem fer Rutt í holt við at savna korn á kornakrunum hjá Boaz. Hann er í ætt við Noomi, og

hann ger tí av at hjálpa og verja ta ungu einkjuna. Men Noomi grunar, at okkurt annað enn
ábyrgdarkensla liggur undir hansara umsorgan, og mælir Rutt til at gera nakað við tað. Hinvegin
hevur Rutt góðtikið sína støðu sum einkja og er takksom fyri teir vinir, hon hevur fingið, men kann
Gud veruliga hava størri ætlanir við hennara lívi?

Bókin kostar 300 kr og kann keypast her: Brødets hus— Manna.fo

Aðrar bøkur í hesi røð:
Håbets port – kr 300 – kann keypast her: Håbets port— Manna.fo
Tavshedens land – kr 300 – kann keypast her: Tavshedens land— Manna.fo
Englenes brød – kr 300 – kann keypast her: Englenes brød— Manna.fo
Perlen i sandet – kr 300 – kann keypast her: Perlen i sandet af Tessa Afshar

Det epokegørende evangelie

“Evangeliið” er ein partur av kristindómsins kjarnu. Tað er tí trupult at hugsa sær ein meira
sentralan gudfrøðiligan spurning enn “hvat hevur evangeliið at týða?” Kortini er “evangeliið” eitt
hugtak, sum er trupult at seta á frymil, og tess týdningur er í dag nakað, sum nógv kjak hevur
staðist av í tí nýtestamentligu granskingini.

Í bókini kannar Morten Hørning Jensen, hvussu “evangeliið” skal skiljast. Við fyrstu setningunum í
Markusar evangeliinum sum byrjanarstøði og við brúk av evangelii-orðum í Gamla Testamenti, lýsir
hann týdningin av hugtakinum og tess sermerktu frágreiðing hjá Markusi. Her kemur “evangeliið”
fram sum samanseting av sigri og sóning, av Guds ríki og krossinum.

Bókin er bygd á doktararitgerð hjá Morten Hørning Jensen, miðlað við málsligum smidleika og
námsfrøðiligum yvirskoti.

Bókin kostar 350 kr og kann keypast her: Det epokegørende evangelie— Manna.fo