Minningarhald teirra sjólátnu
Aftur í ár skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri “Minningarhaldi teirra sjólátnu” 1. novembur, sum er komandi sunnudag.
Tá verður minningarhald á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn, klokkan 14.
Beinir Johannesen, løgmaður talar og Heri Joensen, prestur hevur andakt.
Aftaná leggur løgmaður krans við minnisvarðan í viðarlundini, og Heri hevur bøn og lýsir signingina.
Øll eru vælkomin til minningarhaldið.
Torleif Johannesen
