Eg velji Guds ríki
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Nógvir ungir føroyingar velja at flyta av landinum fyri at fáa eina útbúgving ella royna nýggjar avbjóðingar. Fleiri av hesum flyta ongantíð heimaftur. “Eg velji Føroyar,” er slagorðið hjá átaki, sum vil eggja útisetunum at flyta heimaftur. Tá vit hoyra fólk tosa um hesa avbjóðing, kunnu vit leggja til merkis tveir sera ymiskar vinklar. Ein negativan vinkul, har sagt verður, at føroyska samfelagið hevur brúkt nógvar pengar uppá at menna tey ungu. Tí hava tey eisini skyldu til at venda aftur og geva sítt íkast til samfelagið. Og ein positivari vinkul, har sagt verður, at Føroyar er í veruleikanum eitt frálíkt land. Hevur tú ikki hug at koma aftur?
Nógvir kristnir savnaðir uppliva nakað líknandi, tá børnini hjá trúføstum stuðlum ikki taka arvin upp eftir foreldrini við at luttaka á tiltøkunum, sum savnaðurin skipar fyri. Í slíkum førum er eisini møguligt at stovna eitt átak við slagorðunum “eg velji missiónshúsið” ella “eg velji kirkjuna”. Spurningurin er so, um tað skal vera við einum negativum ella positivum vinkli. Frá negativa vinklinum verður sagt: “nú er tað tín túrur at geva nakað, um tú ikki vilt, so dettur hetta niðurfyri”. Frá positiva vinklinum verður sagt: “hetta er í veruleikanum ein góður felagsskapur; tú ert vælkomin við, um tú hevur hug”. Um eitt slíkt átak skuldi verið sett í verk, rokni eg við, at tey flestu vildu ynskt tann positiva vinkulin. Trupulleikin er bara, at hann krevur nógv meira arbeiði. Um næstan allar kreftirnar longu eru brúktar, verður tað nærum ógjørligt at fáa yvirskot til enn eitt átak. Ein neyðloysn kann tí verða at brúka tann negativa vinkulin. Tað vil siga at noyða fólk og geva teimum ringa samvitsku, um tey ikki vilja luttaka ella skipa fyri nýggja átakinum.
Eg eri bangin fyri, at tað finnast dømi um savnaðir, har móð fólk koma saman og smitta hvørt annað við strongd og ringari samvitsku. Og so spyrja tey: “hví eru tað so fá, sum vilja vera saman við okkum longur?”.
Høvuðshugtakið í Jesu boðan er Guds ríki ella himmiríkið! Til dømis sigur Jesus “søkið fyrst Guds ríki” (Matt 6,33). “Eingin kann koma inn í Guds ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda” (Jóh 3,5). Jesus lærdi okkum eisini at biðja “komi ríki títt”. Tú finnur nógv fleiri dømi við at brúka Internet-Bíbliuna www.biblia.fo (ella www.biblian.fo) og leita eftir “Guds ríki” ella “himmiríkið”. Vit kunnu staðfesta, at frelsan er stór, men tað, sum vit verða frelst til, er størri. Guds ríki er størri enn frelsan.
Ofta tosa vit um Guds ríki, sum um tað var langt burturi. Hinumegin. Tað er ikki heilt rætt. Hóast ríkið er ósjónligt, so er tað ikki langt burturi. Tað er yvirnatúrligt, og tað er mitt ímillum okkum. Jesus sigur “Guds ríki er innan í tykkum” (Luk 17,21).
Bygningar, savnaðir og tiltøk eru ikki tað týdningarmesta. Tað týdningarmesta er, at Guds ríki fær framgongd. Um bara tveir persónar koma saman í Jesu navni og fegnast um Guds ríki, so verður tað ein góður felagsskapur. Og góðir felagsskapir hava tað við at draga fleiri fólk at sær. Bygningar og tiltøk mugu ikki verða annað enn amboð. Vit mugu hava í huga, at amboð hava tað við at vera tíðaravmarkað. Um amboðið gerst endamálið, so verður galin endi. Í ringasta føri kunnu skeiv amboð forða okkum ella øðrum í at velja Guds ríki.
Tá eg hugsi um, at Jesus segði “mær er fingið alt vald” og “eg eri við tykkum” (Matt 28,18 og 20), tá verður tað ein lætti at siga “Eg velji Guds ríki!”.
Christian Joensen, Saltangará
Greinin stóð fyrstuferð í Trúboðanum 26. juni 2015.