Á radaran hjá hernaðar-stýrinum í Myanmar
Partnarin hjá Open Doors, Ko Aung, fekk ein skelk, tá ið hann varnaðist, at hernaðarstýrið hevði eftirlit við honum vegna illgruna um, at hann var við í einum fíggindaligum vápnaðum bólki.
Undir koronu-heimsfarsóttini var Ko Aung* virðismikil partnari hjá Open Doors, við tað at hann fekk kristnum í fjarskotnum bygdum rís, bíbliur og sálmabøkur.
”Kristin samfeløg vórðu vanliga harðari rakt enn onnur, tí nogvir kristnir bólkar búgva í fjarskotnum økjum, har teirra høvuðs-inntøkukelda er at selja grønmeti og avgrøði á marknaðum langt burtur frá bygdini,” greiðir Ko Aung frá.
”Men heimsfarsóttin bar við sær avmarkingar, sum gjørdu tað trupult hjá teimum at ferðast og reka handil. Tí vóru tey bundin at stuðli uttanífrá.”
Ein støða við ótta
Áðrenn farsóttin var av, koppaðu hernaðarleiðararnir í Myanmar tað demokratiskt valda stýrið við einum ógvusligum kvetti. Tað hevði við sær, at viðurskiftini hjá landsins kristnu gjørdust enn verri, tí at hervaldið ofta metti tey kristnu sum fíggindar. Mong kristin búgva nevniliga í økjum, sum eru undir umsjón av etniskum, vápnaðum bólkum – tí metir hernaðarstýrið øll kristin at vera ein hóttan; sjálvt um tey ikki eru partur av einum slíkum bólki.
Hjá Ko Aung bar hernaðarkvettið í sær eina støðu við ótta, tá ið hann varnaðist, at myndugleikarnir høvdu eyguni eftir honum.
”Eg kom eftir, at ein av mínum bankaappum var stongd,” greiðir hann frá. ” Umleið ein mánað seinni bleiv ein onnur bankaapp eisini stongd. Eg royndi síðan at opna eina nýggja bankakonto, men bankastarvsfólkini søgdu mær, at tað var ikki gjørligt, tí at mítt tjóðskaparliga skrásetingarkort var blivið markað við reyðum.”
Tá skilti Ko Aung, hvussu álvarsom støðan var hjá sær – hernaðarvaldið hevði havt eftirlit við hansara vitjan hjá etniskum minnilutabólkum, har hann veitti kristnum hjálp, og illtonktu hann tí fyri at vera lim í einum fíggindarligum bólki.
”Tað hevði við sær, at stórur vandi var fyri, at eg fór at verða handtikin við følskum ákærum. Tað var hent mongum øðrum, og summi lótu lív, meðan tey vóru í fongsli,” greiðir hann frá.
Flýddi av landinum
Óttin fór nú at makta Ko Aung.
”Eg svav ikki væl um náttina,” sigur hann. ”Eg vaknaði ræðslusligin, hvørja ferð ein bilur koyrdi framvið ella steðgaði í nánd av mínum húsum. Nógvar vóru svøvnleysu næturnar, og mín heilsustøða versnaði dag frá degi. Eg fór nógv aftur, og eg misti eisini stóran part av hárinum. Hvørja ferð hervaldið kom og tjaldraði nær okkara bygd, rann eg út og fjaldi meg í skóginum.”
Støðan hjá Ko Aung gjørdist so álvarsom, at hann sá seg noyddan at flýggja til eitt tryggari land.
Beint nú er Ko Aung toluliga tryggur í sínum nýggja landi, men hann er langt heimanífrá og frá sínari familju, og við hvørt kann skilnaðurin vera trupul.
“Mamma doyði, uttan at eg kundi verða við til jarðarferðina. Eg eri keddur um ikki at hava havt møguleikan at síggja hana eina seinastu ferð,” sigur hann.
Vil heim aftur
Ko Aung er noyddur framvegis at vera varin. Hann leggur til dømis ikki upplýsingar, sum kunnu sporast, á sosialar miðlar og er varin, hvørjar limir í familjuni hann setir seg í samband við, tí tað er ikki óhugsandi, at hervaldið í loyndum lurtar eftir telefonsamrøðum. Og í bygdunum í teimum kristnu økjunum kannar hervaldið ofta telefonirnar hjá borgarunum.
“Um eg vil vita nakað um mína familju í bygdini, seti eg meg í samband við míni systkin, sum búgva í stórbýunum. Og eg ráði teimum til eftir hvørja samtalu at strika teirra uppringing og fráboðan á telefonini,” fortelur hann og heldur fram:
“Eg vil fegin takka Open Doors fyri ta hjálp, tit geva mær, og tær bønir, sum verða bidnar fyri mær. Í byrjanini var tað trupult hjá mær at fyrigeva mínum atsøkjarum. Men nú kann eg fyrigeva teimum. Tá ið herðnaðarstýrið fellur, fari eg heim aftur og haldi fram at stuðla etniskum kristnum.”
*broytt av trygdarávum
Hvat gera Open Doors í Myanmar?
Ígjøgnum partnarar á staðnum stuðla Open Doors forfylgdum kristnum við:
- At endurreisa eftir jarðskjálvtan í mars mánaði
- Familju -og hjúnabandsskeiðum
- Hjálp at finna eitt livibreyð
- Undirvísing av børnum og ungum
- Undirvísing í fyrireiking at verða forfylgd
Kelda: Open Doors Føroyar