ADVENTUS – KOMA

Páskir og hvítusunna vóru upprunaliga jødiskar hátíðir. Men júst á hesum hátíðum hendu tær stóru kristnu hendingarnar – deyði og uppreisn Kristusar, og at Heilagi Andin kom. Bæði jødar og kristin halda páskir og hvítusunnu, men við ymiskum innihaldi.

Sambært søgufrøðingum byrjaðu tey kristnu at halda jól í fyrru helvt av 300-talinum, meðan advent fyrst varð skipað í seinnu helvt av 400-talinum. Í hesum tíðarskeiði var Noreg, sum kunnugt, eitt heiðið samfelag, og vit praktiseraðu okkara heidna vetrarblót í hesum árstíðum.

Adventstíðin er fyrireiking til hátíðina til minnis um føðing Jesu. Slíkar fyrireikingar vóru helst sterkari fyrr í tíðini – bæði adventstíðin og føstutíðin undan páskum. Í evangeliskum umhvørvi er vektleggingin av hesum fyrireikingum ivaleyst ymisk. Eg haldi, at øll eru samd um, at tað er gott við eyka ljósi í myrku adventstíðini.

Vit hava nevnt, at advent vísir á tað, sum hendi – Jesu fyrsta koma – og tað er týdningarmikið. Men kanska er tað enn týdningarmiklari at hyggja fram á leið. Tí vit vænta Jesus aftur – ikki sum eitt lítið barn, men sum okkara Frelsara, Kong og Messias.

LES EISINI  Hin stóri hvíti skarin

Í 1. Kor 16,22 hava vit tað arameiska orðatakið Maran ata, sum merkir: Harrin kemur. Boðskapurin um afturkomu Harrans varð kunngjørdur longu frá fyrstu kristnu tíð. Legg merki til, hvat Paulus sigur í 1. Tess 4,15: „Tí at hetta siga vit tykkum, við einum orði Harrans, at vit, sum liva og verða eftir til komu Harrans, skulu als ikki koma undan teimum, sum sovnað eru burtur;“ Út frá hesum skilja vit, at Paulus væntaði, at Jesus skuldi koma aftur longu meðan hann enn var á lívi. Júst hetta er tann rætti mátin at bíða eftir Harranum. Hann kann koma nær sum helst.

Tá ið eg varð umvendur várið 1958, vóru ofta bíbliuvikur í missiónshúsunum. Ikki sjáldan var evnið „Endatíðin“ ella „Koma Harrans“. Sannleikin um burturtøkuna varð boðaður við slíkari tyngd, at vit ofta hugsaðu: Kanska kemur Jesus í nátt! Hetta er ikki sveimarí, men realisma.

Men samstundis hava vit greið orð Jesu: „Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur.“ Matt 24,36.

LES EISINI  Í dag er Trettandadagur (trettandi dagur jóla)

Tí er tann, sum gevur seg út fyri at kunna rokna út dag ella ár fyri komu Harrans, fullkomiliga á skeivari leið. Hetta kann avvísast sum ranglæra.

Jesus átalaði fariseararnar og saddukeararnar: „Útsjónd himmalsins duga tit á at skyna; men tíðartekinini kunnu tit ikki týða!“ Matt 16,3b. Eitt týðiligt tekin í okkara tíð er fikutræið (Ísrael). „Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd.“ Matt 24,32.

Í Opb 22,20 hava vit bønarópið: „Amen, ja, kom, Harri Jesus.“ Hetta er svar teirra trúgvandi upp á seinastu heilsan Jesu til okkara. Øll trúgvandi kunnu gleða seg til afturkomu Jesu. Tað verður besti dagur í okkara lívi. Men tað eru trúgvandi í okkara tíð, sum gleða seg serliga nógv til henda dagin – tað eru tey, sum líða likamliga fyri Jesu navns skuld. Forfylging hoyrir ikki bara fortíðini til. Hvønn dag verða kristin menniskju avrættað, bert tí at tey ikki vilja avnokta trúnna á Jesus.

LES EISINI  Mítt góða er at vera Gudi nær

„Amen, ja, kom, Harri Jesus.“

Umsett úr blaðnum: Evangelisten

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina