Æra og samleiki

58. Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi.

Róm 3,23-24

Okkum, sum vóru æruleys, fingu æru okkara aftur av nýggjum, tí Jesus tók okkara skomm á seg. Skuldarbrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, beindi hann fyri, við tað at hann negldi tað á krossin.

Okkum tørvar at grunda yvir og takka og lova Gudi fyri tað. Hetta, viðvíkjandi æruni kann fyri mong, ið gomul eru, gerast eitt eymt kapittul.

– Harra Bartholdy! Rópti konan á ápotekinum, og rættir mær fløsku mína. Tygum: mær hevði dámað væl at skrivað prestur frammanfyri kristna navni mínum. Ikki um at tala tey ungu í handlunum, sum so ofta spyrja, hvussu navn mítt verður stavað.

Dagliga verður ein mintur á, at um tú einaferð vart nakað – ja so er ein í dag, í øllum førum, einki. Einaferð hevði ein nakað at siga, nú einki.

LES EISINI  Vík afturum meg, Sátan!

Hetta merkir, at vit nærkast síðsta flokki, og har tú fert undir ta tyngstu lærugreinina um, at vit eru æruleys. At tað ikki er uttan grund, at bønin Faðirvár endar við: tí at títt er ríkið valdið og heiðurin um aldur og allar ævir, amen.

Tá ið ein lærir um blóðvitnini ella pínslarváttarnar, varnast tú, at tað var herviligt at verða píndur, missa lívið. Tað ringasta og eymasta, var fyri nøkur at missa æruna. Luther nevnir tað eisini: og taka teir várt lív, fæ, frælsi, barn og vív …

Gud veit best, hvussu djúpt hetta við við æruni situr í okkum. Tí er hann ikki noyddur at lata okkum úr og gera okkum æruleys, men vit verða – fyri at nýta orðið úr Rómverjabrævinum – rættvísgjørd. Tað merkir, at æra okkara verður endurfødd, og tað so veldiliga, at einki menniskja á jørð kann taka ta æru frá okkum: at vera eitt Guds barn, barn at kongi konganna og av Harra Harranna.

LES EISINI  Eisini um kvøldið skal vera ljóst

“Upp tí, tit trúgvandi, Harrans útvaldu, lærið at kenna Guds kærleikabarm! Jesusar brøður og systrar, tit baldu, fastari krøkist í faðirsins arm, takkandi fallið tit honum til føtur, tykkum hann valdi til synir og døtur! Halleluja, halleluja!” Slb. 282,6

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina