Aftaná eitt ár við Taleban…

Dømd til deyða í slowmotion? Aftaná eitt ár við Taleban er vónin hjá afganum nærum horvin

Uppá 12 mánaðir hevur Taleban verið atvoldin til fíggjarligt kollaps í Afganistan og vavt kvinnur landsins inn í eitt net av kúgan.

Meðan islamiska Taleban-rørslan ikki stendur aftanfyri allan vesaldóm í Afganistan, so hevur talebanstýrið hesar seinastu 12 mánaðirnar gjørt tilveruna hjá stórum pørtum av fólkinum munandi verri. Uttan viðurkenning og diplomatisk samband til umheimin er búskapur Afganistans í knæ.

Í minsta lagi 90 prosent av fólkinum hava trupulleikar at fáa mat á borðið. Børn verða seld, og gentur, ið enn ikki eru komnar til lógaldurs verða giftar burtur av fíggjarligum vónloysi. Lyfti Talebans um javnstøðu hava víst seg at vera eins tóm og statskassin. Uppá 12 mánaðar hevur ein stigvís og skipað kúgan sent kvinnur landsins aftur í 1990’ini, tá Talebanar stýrdu við harðari hond.

Fyrst eggjaði Taleban kvinnunum at verða heima. So byrjaði nýggja stýrið at noyða kvinnurnar frá arbeiðsmarknaðinum, og aftaná fáar mánaðir samtyktu teir, at gentur og kvinnur ikki fingu rætt at taka eina útbúgving, og at tær skuldu vera ílatnar ta heildekkandi burkadraktina í almenna rúminum.

“Hetta hevur verið eitt ótespiligt og ræðandi ár, fylt av vónloysi,”
Razia, afgansk kvinna

“Hetta hevur verið eitt ótespiligt og ræðandi ár, fylt av vónloysi,” sigur Razia, ein 17-ára gomul afgansk kvinna úr einum størri býi í norðara parti av landinum, sum av trygdarávum bert trínur fram við fornavni.

“Tað kom heilt óvæntað á, at Taleban kom aftur til valdið síðsta ár, og eg dugdi ikki sjálv at ímynda mær, hvussu ræðandi, tað gjørdist,” sigur Razia, ið varð borin í heim aftaná innrás USAs í 2001, og sum tessvegna ikki upplivdi Taleban stýrið í 1990-unum.

Nú stríðist hon fyri at varðveita eitt slag av vón fyri eini betri framtíð, og hon velur tí at nýta orðið frustratión, heldur enn vónloysi.

“Eg eri frustrerað yvir framtíðarútlitini fyri meg sjálva og fyri kvinnurnar í Afganistan sum heild. Hvussu kunnu vit betra um okkara støðu?” spyr Razia.

Í eini frágreiðing lýsir mannarættindafelagskapurin, Amnesty International eitt ára stýri Talebans sum “ein spakuligur deyði fyri kvinnur Afganistans”.

“Støddin og álvarin av Talebansku misgerningunum mótvegis kvinnum og gentum veksur alsamt mánað fyri mánað. Eitt ár eftir valdsyvirtøku Talebans í Afganistan tekur strangi, harðrendi og miskunnarleysi politikkur teirra alsamt meira valdið og frátekur gentum og kvinnum at liva eitt trygt, frítt og nøktandi lív. Tær verða, eins og ein afgansk kvinna orðaði tað, dømdar til deyðis í slowmotion,” stendur í frágreiðingini hjá Amesty International, sum eisini nevnir avmarkingar talebans sum eitt “eiturkoppanet, ið fangar og vevur inn í seg kvinnur og gentur.

Ongin almenn uppgerð finst yvir talið á sjálvmorðum síðan yvirtøku Talebans. Men heimildafelagsskapir benda á ein vøkstur.

“Vit hoyra um nógvar tilburðir av kvinnum, ið fremja sjálvmorð fyri at sleppa undan harðskapi Talebans. Tað, vit lesa í frágreiðingum, er bert ein brotpartur av teimum brotsgerðum, sum Taleban fremur ímóti kvinnunum í Afganistan, sum liva í einari myrkari tíð,” sigur Huda Khamosh, ein afganskur aktivistur til amerikanska miðilin, NPR.

Eftir valdsyvirtøku Talebans eru afganskar kvinnur nú álagdar at lata seg í burka, tá tær eru úti í almenna rúminum. Mynd: Zerah Oriane/Abaca/Ritzau Scanpix.

Sambært Razia er óttin fyri at verða afturhildin, sligin ella vanhalgað á annan hátt av Talebanum partur av gerandisdegnum hjá nærum øllum afganskum kvinnum og gentum. Eingin kvinna kann ganga aleina úti uttan at hava ein mannligan fylgjara. Nær tað skal vera kunnu kvinnur verða steðgaðar av Taleban-limum, um tær ikki eru ílatnar burka.

“Eg havi tikið eina avgerð um ikki at missa vónina. Tá eg gerist ill ella kedd, tá fari eg inn á kamar mítt og siti har í fullkomnari kvirru. Tað er mín terapi mótvegis Taleban,” sigur hon.

Tá nú hesar løtur í kvirru á kamarinum gera, at hon kann varðveita vónina, so er tað ikki ein verja móti tyngdini av kúgan Talebans. Nýggir hættir at hava tamarhald á fólkinum koma fram í heilum. Og fyri Razia, ið nú er 17 ár, er fyribrigdi tvangshjúnaband byrjað at gera hana nakað meira stúrna enn fyrr. Næstan dagligt hoyrir hon frásagnir um, hvussu limir Talebans við hóttanum krevja, at familjur gifta burtur døtur teirra til hermenn Talibans.

“Afganska fólkið livir í eini mannarættindaligari marru sum offur fyri bæði ræðuleikum Talebans og altjóða líkasæla,” sigur Fereshta Abbasi, ið dekkar Afganistan fyri NGO felagskapin, Humans Rights Watch í einum tíðindaskrivi.

Hon heitir á, at altjóða samfelagið økir trýstið á Taleban fyri at tryggja serliga rættindini hjá afganskum kvinnum. Eggjan hennara til Taleban er at viðurkenna tann vesaldóm, rørslan hevur plágað landið við.

“Aftaná eitt ár við stýrið eiga leiðarar Talebans at viðurkenna ta vanlukku, teir hava skapt, og broyta kósina, áðrenn fleiri afturat missa lívið,” sigur hon.
Kristelig Dagblad: Allan Sørensen

FAKTA UM AFGHANISTAN

Hevur umleið 40 milliónir íbúgvar og deilir landamark við Pakistan, Iran, Usbekistan, Turkmenistan og Tadsjikaistan.

Í 1979 gjørdi Sovjetsamveldið innrás í landið. vardi fram til 1989. Í 1996 tók islamiska Taleban-rørslan  valdið í landinum.

Í kjalavørrinum av yvirgangsálopunum á USA 11. September 2001 byrjaði ein USA-stýrd samgonga  eina uppílegging í Afganistan,  ið vardi fram til august 2021.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina