Aftur til teir opnu armarnar

Felix Starck

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Árið er 1882. Týski heimspekingurin Friedrich Nietzsche skrivar við snøggari handskrift trý knúsandi orð, sum skulu koma at skilmarka ta komandi øldina: “Gud er deyður.” Hetta hevur leingi ligið millum reglurnar. Ein svullur í felags undirvitskuni hjá samfelagnum, sum eingin hevur torað at prika hol á. Nietzsche tekur hitt skelvandi stigið út í tað ókenda.

20. øld gerst eitt slag av sosialari royndarverkætlan: kunnu vit halda áfram at lata samfelagið njóta fruktirnar av kristindóminum, nú “fílurin í rúminum” er viðurkendur? 20. øld gevur okkum mannarættindi og vísindalig gjøgnumbrot, nýhugsan, sum ikki kundi komið úr nakrari aðrari siðvenju. Kortini, tá hesi virði verða loyst frá teirra kristnu rótum, verður torført at verja tey. Hvør sigur, at menniskjað hevur rættindi, ella at ein skipan er í alheiminum, sum ger vísindini viðkomandi?

At objektiv prinsipp kunnu vera til uttan Gud, er ein følsk ímynd, sum vit kundu halda á lívi í eina avmarkaða tíð. Nýatheistar, sum Richard Dawkins í 2000-árunum, kundu boða: “Hvør tørvar Gud, vit hava jú skynsemi!” Men skynsemið vísti seg ikki at vera ført at halda samfelagnum uppi. Í 2025 hava mong ásannað: Vesturheimurin er farin moralskan húsagang.

Í Lukas kapittul 15 lesa vit um ein annan, sum fer á húsagang. Hann fer frá faðir sínum og fer til eitt land langt burturi, har hann oyðslar alla arvin upp á eitt ósiðiligt lív. Við nútímans orðum kundu vit nevnt tað sjálv-realisering, ella “sjálvssigur”, eitt annað nietzscheanskt hugtak. Parallellarnir til okkara tíð eru týðiligir, tí líknilsið, sum Jesus fortelur, er ein sonn lýsing av falnu støðu menniskjans. Hvat hendi við soninum? Pengarnir runnu út. Í einum skitnum svínastíggi, svangur og uttan vón, kemur hann til sín sjálvs. Hann skilur, at alt, sum hann setur prís uppá, kemur heimanífrá.

Seinastu árini hava mong fingið eyguni upp fyri leiklutinum, sum kristindómurin hevur havt í skapandi arbeiðinum aftanfyri vesturlendsk virði; eitt lýsandi dømi er metsølubókin Dominion (2019) hjá søgufrøðinginum Tom Holland. Henda rørslan kann vera eitt søguligt vegamót og verður upplivað líka so persónliga í dag, sum hjá soninum í líknilsinum hjá Jesusi. Virðini, vit halda av – mannarættindi, talufrælsi, fólkaræði – tey koma veruliga heimanífrá, úr okkara kristna mentanararvi.

Tey eru sum arvurin, sum sonurin í líknilsinum hjá Jesus tekur við sær til eitt land langt burturi og oyðslar burtur. Hvat gera vit við eina slíka ásannan? Sonurin í líknilsinum avger at venda við og fara heim:

“Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?».”

Sonurin vil vera tænari faðirs síns. Tað sama haldi eg, at mong gera í dag. “Lat meg koma heim aftur, Gud, so eg kann tæna tær! Lat meg vísa tær, at eg kann gerast eitt betri menniskja!” Kendasti sálarfrøðingurin Jordan Peterson umboðar eina slíka hugsan. Hansara “12 Rules for Life” hava kveikt eitt heilt ættarlið at taka seg saman, bretta ermarnar upp og taka lívsins avbjóðingar við rættum ryggi og lyftum høvdi. Woke-ismans og postmodernismans sosiala roynd hevur miseydnast. Nú mugu vit taka ábyrgd og byggja samfelagið uppaftur.

Peterson og eitt heilt ættarlið av ungum eru á veg heim at arbeiða. At umvæla samfelagið. At gera kristin virði “great again”. Kanska eisini fyri at fáa tamarhald á ótálmáðari innflyting. Avgerðin er á mangan hátt rósverd. Og greiningin er eisini røtt. Woke-ismans og postmodernismans sosiala roynd hevur veruliga miseydnast. Fundamentalistisk islam er ein trupulleiki fyri Evropa. Men undir yvirflatuni er okkurt, sum skurrar.

Men meðan hann enn var langt burturi, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann.

Sannleikin, sum Peterson ikki hevur fatað, er, at kristindómurin er relasjónellur. Hann snýr seg um at elska Gud og okkara næsta, tí Hann elskaði okkum fyrst, meðan vit enn vóru langt burturi. Tá okkara samleiki verður at tæna heldur enn at verða elskaði sum ein sonur, verður tað sum at siga við Gud: “Eg vil hava tað, Tú eigur, men eg vil ikki hava Teg. Eg vil hava talufrælsi og fólkaræði, men eg vil ikki hava Teg. Eg vil hava eitt kristið samfelag við kristnum reglum, men eg vil ikki hava Teg.” Vit verða sum tann eldri sonurin í líknilsinum hjá Jesusi – bróðurin, sum var úti á bønum, tá tann yngri sonurin kom heim:

Men hin eldri sonur hansara var úti á markini; og tá ið hann kom heim og nærkaðist húsunum, hoyrdi hann spæl og dans. Og hann rópaði ein av húskøllunum til sín og spurdi hann, hvat hetta hevði at týða. Men hann segði við hann: «Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, av tí at hann hevur fingið hann heilan aftur.» Tá varð hann illur og vildi ikki fara inn.

Umframt progressivismu og islam er sostatt ein triðja, og enn vandamiklari kraft, vit mugu vera varin við. Hon kemur innanífrá. Frá farisearahjartanum hjá tí eldra soninum í líknilsinum hjá Jesusi. Sjálvrættvísi, sum finnur sín samleika í at tæna, í at “byggja samfelagið uppaftur.” Sjálvrættvísi sigur “tey og vit.” Hon tekur vápnini upp, klár til stríð, fyri at verja kristin virði móti øllum mentanarligum hóttanum, sum um Guds ríki kundi taka minsta skaða av islam og woke. Hetta er álvarsligt, tí tað forvillar tað, sum kristindómur í veruleikanum snýr seg um. Góð samfeløg bygd á kristnum virðum eru góð, men tað er ikki evangeliið. Góðu tíðindini snúgva seg ikki um, hvat vit kunnu gera fyri at bøta um ella varðveita samfelagið, tjóðina ella heimin annars, men um hvat Jesus hevur gjørt fyri at bøta um okkum, meðan vit enn vóru langt burturi. Sagt øðrvísi: kristindómur er ikki ein politiskur boðskapur. Venda vit hesum á høvdið, skapa vit eina nýggja religión í okkara egna líki, sum ikki er kristindómur í nøkrum øðrum týdningi enn navninum. Í tí liggur ein ræðulig lagna, tí í veruleikanum hevur ein slík religión vrakað Gud. Nietzsche kundi enntá nikkað viðurkennjandi.

So hvat skulu vit gera ístaðin? Setast niður og hyggja at, meðan tómrúmið í okkara samfelagi verður fylt av islam og woke? Nei. Politikkur, sjálvsmót og “12 Rules for Life” eru ikki ónd. Men vit mugu byrja í rætta endanum. Vit mugu byrja við at gera sum tann yngri sonurin í líknilsinum hjá Jesusi. Vit mugu stíga fram fyri Gud sum børn og lata okkum fevna. Vit mugu líta á, at Gud veruliga hevur fult ræði, og at Hann ikki tørvar okkara hjálp at handfara nakað sum helst – heldur ikki okkara kaotiska heim anno 2025. Og so skulu vit ikki halda uppat at tæna Honum. Men vit mugu gera tað á røttum grundarlagi. Á grundarlagnum, at Hann elskar okkum, sum ein faðir elskar son sín. Tá fara vit spakuliga, men við vissu, at síggja alt rundan um okkum – eisini allar heimsins kreppur – úr einum heilt nýggjum sjónarhorni.

Týtt úr norskum. Felix Starch er læknalesandi og býr í Bergen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina