Áheitan!
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Bið fyri kvinnu, sum situr í Mjørkadali. Hon er illa viðfarin, bukað og neyðtikin. Hon eigur nærum einki og hevur eingi rættindi. Hon er ákærd fyri at eiga eina ávísa bók.
Á páskum hvarv maður hennara sporleyst, eftir at vermóðurin tveitti hann út. Hon skuldsetti hann fyri at hava somu áskoðan, sum dóttir hennara. Bókin viðførdi, at alt samband varð kvett við dóttur, verson og børn teirra.
Tey fimm verjuleysu børnini mugu klára seg sjálv. Gitingar eru um, at ólógliga bókin var funnin í skúlataskuni hjá einum soni. Tey hava upplivað happing í skúlanum og eru dagliga niðurgjørd alment. Tey hava ongan møguleika til miðnám ella annan lærdóm. Fólk steina og rópa ókvæmisorð eftir teimum á alljósum degi. Eingin ger nakað við tað.
Familjan hevur verið jagstrað í eina tíð. Á jólum stóð heim teirra brádliga í ljósum loga. Sterkar ábendingar eru um, hvør stendur aftanfyri, men eingin er ákærdur ella funnin sekur. Sostatt hava tey mist hús og heim. Nú veit eingin, hvar børnini eru. Mynduleikarnir hava givið greið boð um, at tað er ikki loyvt at hjálpa familjum við slíkari áskoðan, sum tey hava.
Bið fyri atsøktu familjuni, sum óivað hevur fingið likamligar og sálarligar snuddir, um tey eru á lívi. Hjálparleysa mamman í Mjørkadali er merkt av støðuni, men hon vil ikki avnokta trúgv sína á Jesus.
Tey eru forfylgd
Søgan er sonn á tann hátt, at hon er sett saman av gerandisupplivingum hjá Guds børnum kring heimin, sum dagliga vera atsøkt. Tey hava ikki gjørt nøkrum ónáðir. Tey hava ikki steinað nakran. Tey hava ikki rópt nøkur ókvæmisorð. Hinvegin eru tey uttan iva góðir samfelagsborgarar, ið hava eitt fyrigevandi sinnalag og góðsligt lyndi. Ja, tey hava bara gjørt sínar skyldur í einum myrkum landi, sum vrakar Guds orð og Guds børn. Men tey vilja ikki avnokta sína trúgv á Jesus, tá tey verða spurd og hótt. Hvat høvdu vit svarað? Hvør er harri í okkara lívi og í okkara fosturlandi?
Vit eru forførd
Fleiri av okkara atsøktu trúarsystkjum siga, at forfylging er ein partur av at verða eitt Guds barn. Tað eigur at vera so. Tað stendur jú í Guds orði. Jesus sigur í Jóh. 15,20: “Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara.” Sambært teirra gerandisdegi við støði í Guds orði meta tey, at okkurt er galið í okkara heimsparti. Vit kundu sagt, at eitt sindur mugu vit tola í mun til dagligu forfylgingina hjá okkara systkjum í Harranum úti í heimi.
Búnin líkist
Hinvegin er gudloysið um okkara leiðir lítið hugaligt. Uttan fráboðan og freist er freistarin ein afturvendandi og áhaldandi meistari at tøla snildisliga við ymiskum gudleysum rákum. Faðirin at lygnini liggur stundum heilt nær sannleikanum. Búnin líkist. Hann veit jú, at okkara líkasæla ongan vanda sær. Tí hindrar hann okkum í at lesa í Guds orði, samstundis sum hann forðar okkum í at brúka tíð saman við Jesusi í bøn. Satan kennir okkara logaritmur og fyllir okkum við sínum skarni í móru.
Hví skulu vit tiga?
Hví skulu vit tiga og himprast við at vísa á Guds orð og kristnu virðini? Tíðarrákini eru skiftandi og svikalig. Á rullandi malargróti hoppa gudleys stein av steini í mun til teirra ridlandi virðisgrundarlag. Tora vit at tóna reint flagg, tá ið á stendur?
Ræðist tú ein lítlan látur,
tó tað geldur lív og deyð?
Jesus ræddist ikki spottið,
tá hann toldi tína neyð;
roynir tú at sleppa undan
fyri bert at fáa frið?
Hetta gjørdi Jesus ikki,
bar títt stríð og deyðan við.
(HMS nr. 304, ø. 2)
Topp 13
Undir truplum umstøðum ger Open Doors eitt megnar arbeiði fyri at hjálpa og tæna heimsins forfylgdu kristnu. Úr náðileysu rúgvuni av londum, sum jagstra Guds børn kunnu, sambært Open Doors, nevnast Norðurkorea, Somalia, Libya, Eritrea, Jemen, Nigeria, Pakistan, Sudan, Iran, Afganistan, India, Sýria og Saudiarabia.
Bøn
Lat okkum minnast til tey atsøktu í bønum okkara. Ja, Harri gev okkum eisini styrki at biðja fyri teimum, ið forða tínum børnum familju, hús og heim. Gev okkum vísdóm og dirvi til framhaldandi at byggja land okkara á títt orð og kristnu grundvirðini, eins og tey, ið undan gingu. Takk fyri títt trúfesti og hjálp okkum at vera eitt fólk, ið vil hoyra tær til. Hjálp okkum altíð at søkja teg og tína vegleiðing. Fyrigev okkara syndir. Tak ikki signing tína frá okkum. Tað hoyri, og bøn hoyri Gud fyri Jesus Krist. Amen.