Allir vegir føra til Rom

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Menniskjan er av náttúru vanabundin, verður sagt. Okkum dámar best, at alt er við tað gamla. Ikki ov nógvar broytingar. Og koma broytingar, so mugu tær ikki vera ov nógvar í senn, og ikki henda alt ov skjótt. Vit hava tørv á at laga okkum eftir umstøðunum, og tað eru ikki øll, sum megna tað frá eini løtu til aðra.

Hyggja vit at tiltøkunum í kirkjum og missiónshúsum, so líkjast tey um alt landið. Og tey hava verið soleiðis í mong ár. Vit hava ikki stóran hug at broyta nakað, men samstundis vænta vit, at øll hini skulu trívast í júst tí sama, sum vit trívast í.

Ein bankastjóri í Noregi segði einaferð, at neyðugt er at broyta fyritøkuna 1% um árið fyri ikki at verða noyddur til at broyta hana 10% um 10 ár. Hesum kunnu eisini vit læra nakað av. Tað er neyðugt hjá okkum at fylgja við tíðini. Og tað er neyðugt at laga tiltøkini til tíðina. Fleiri hugsa kanska nú, at tá tað kemur til Guds orð, so er tað tað einasta, sum ikki broytist við tíðini, og tí mugu vit heldur ikki broyta tiltøkini, har vit savnast um Guds orð. Men soleiðis er ikki. Ongin okkara skal broyta nakað við Guds orði. Men tað er alneyðugt, at tiltøkini broytast so við og við. Vit hava hug at ilskast um tey ungu, sum ikki koma á sunnukvøldsmøti. Men hvussu ofta fara vit á ungdómsmøti? Og hvat kunnu vit gera heldur enn at ilskast?

Verður skipað fyri einum tiltaki, so verður tiltakið ofta mett eftir, hvussu nógv komu, heldur enn eftir innihaldinum. Innihaldið hevur stóran týdning. Vit mugu ansa væl eftir, at tað er Guds orð, sum verður boðað, og einki annað, og at alt Guds orð verður boðað. Men hóast innihaldið er gott, so munar tað lítið, um ongin kemur. Tí mugu vit skipa soleiðis fyri, at fólk tráa eftir at koma undir Guds orð. Væl vitandi um, at tað bara er Gud, sum kann skapa tystandi hjørtu, men okkara uppgáva er at bera teimum vatnið. Tí er uppgávan sera týdningarmikil, og vit kunnu ikki loyva okkum at geva øðrum skuldina, um tað eru vit sjálv, sum standa í vegin, tí vit ikki vilja broyta nakað.

Allir vegir føra til Rom. Tað er ikki bara ein vegur til Rom. Tað er ikki bara ein háttur at skipa fyri einum sunnukvøldsmøti. Nøkur ynskja møtiformin á ein hátt, meðan onnur ynskja hann á ein annan hátt. Vit eru so ymisk. Og tí mugu sunnukvøldsmøtini eisini vera ymisk. Tað er ikki neyðugt, at tað er líka hvørt sunnukvøld. Vit eiga at hugsa um børnini, tey ungu og tey vaksnu, tá ið vit leggja møtini til rættis. Og tí er kanska neyðugt at hava ein bólk, sum umboðar øll hesi, tá sunnukvøldsmøtini verða løgd til rættis. Samstundis sum tað eisini hevur týdning, at umboð fyri allar aldursbólkar sita í stýrunum.

Vit mugu broyta tiltøkini so við og við, so tað ikki gerst neyðugt at gera so stórar broytingar í einum. Men kanska kann hugsast, at fleiri eru komin í ta støðu, at nú er neyðugt at gera stórar broytingar, tí onki er broytt í mong ár. Havast má bara í huga, at broytingarnar ikki koma av sær sjálvum; tær kunnu vera tungar at gjøgnumføra, og tær mugu hava eitt endamál, sum er betri enn tað, sum nú er. Og mest av øllum má ynskið um broytingar koma innanífrá. Fólkið má síggja meiningina við broytingunum.