ALTJÓÐA gudstænasta í Vesturkirkjuni TÝSKVØLDIÐ
Til allar tjóðbólkar í Føroyum.
Í sambandi við Fjølmentanarvikuna, skipar Vesturkirkjan fyri altjóða gudstænastu týskvøldið, 28. okt. kl. 19.30.
Sungnir verða kendir sálmar á enskum og nakrir á føroyskum.
Ein andakt verður á enskum v. Bergi D. Joensen, og Derhard Jógvansson sigur nøkur orð um Fólkakirkjuna og tað, sum har hendir.
Eisini frætta vit um tað, sum aðrar samkomur gera fyri ymsu fólkasløgini í Føroyum.
Kvinnukórið Tabitha framførir.
Kirkjukaffi.
Vegna fyrireikararnir,
Prestarnir

Ásbjørn Jacobsen




