Andakt til tey gomlu 35
Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.
(Hebr 12,3)
Møði og mótloysi er okkum í holdið borið. Vit eru á ein torgreiddan hátt sett saman av likami, sál og anda. Skaparin ríkar hin unga við lyst og huga. Hin óndi hevur skil á at nýta hesar gávur sum einar inndyr til tað, hann ætlar: at stýra menniskju inn í myrkur og glatan.
Vit gomlu kunna einki gera, um tað gongur aftur á hondina, um ymiskt fer at banka á dyrnar, kenslur av møði fara at spyrjast. Møðin elvur mótloysi. Við hetta lag ber á tað borðið, at hin óndi hevur fingið okkum hagar, hann vil hava okkum. Vit eru farin at eldast. Gerast stundum mótleys. Trúgv og dirvi merkja tað sama. Vantrúgv og ótti er eisini tað sama. “Óttast ikki, trúgv eina”! segði Jesus við Jairus. Gerast vit mótleys, er trúgvin á Guds lyfti, viknað. Hetta oyðileggur nógv innaní okkum. Kann enda við djúpum sorli. Tað er hitt syrgiligasta, ið henda kann.
Orðið omanfyri úr Hebrearabrævinum bera okkum hjálp úr neyðini. Hugsa um Jesus og tað, hann mátti tola. Her verður ikki hugsað um Golgata, men um dagligu líðingina, sum lá á honum dag út og dag inn í trý ár. Hann gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, “ið vóru illa stødd av djevlinum”, sum Pætur sigur í eini talu (Áp 10,38) inni hjá Korneliusi.
Líðingin á Golgata er fyri okkum torfør at fata. Hann toldi slíkt mótmæli móti sær av syndarum. Ein og hvør kennir eitthvørt, ið hevur roynt at tosa við eitt annað menniskja um Jesus.
Hann kendi seg kanska veikan og mótleysan, men tó ikki likamliga boygdan. Óivað andliga veikan, ikki mótleysan.
Óttast ei, vak og bið!
Jesus hevur tær vunnið frið,
hann teg leiðir, um alt sýnist svart,
hann er tær nær, tó at ei tú sært
Jesus, tín trúfasta vin
Slb. 388,5
****
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti