143 talar sítt egna mál

„og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, “
Róm.3,24

 

 

Tá ið tann maðurin, sum helt Jesus vera ein svindlara og lumpara, fekk ábyrgdina at skriva næstan helvtina av Nýggja Testamenti, brúkar orðingina „Í KRISTUSI“ og „Í HONUM“ 143 ferðir, so mugu hesar málberingarnar vera so nógv meira enn bara orð. Tey eru ein LYKIL til tað sigrandi lívið, Paulus livdi.

 

Eitt SIGRANDI lív? Ja, hóast jagstran og tað sum ofta fyri onnur líktist ósigri og tapi. Hevur tú nakrantíð lisið tað, sum Paulus fekk at kenna? Í 2. Kor. 11,23–27 V.D. skrivar hann:
„Eg havi fingið fleiri sløg enn teir, verið oftari í fangahúsi, mangan í deyðavanda. Av jødunum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt. Tríggjar ferðir eri eg húðflongdur, eina ferð steinaður; tríggjar ferðir havi eg verið fyri skipbroti, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum. Nógv havi eg ferðast; eg havi verið í vanda av áum, í vanda millum ránsmenn, í vanda av fólki mínum, í vanda av heidningum, í vanda í býi, í vanda í oyðimørk, í vanda á sjógvi, í vanda millum falskar brøður, í strevi og møði, mangan í náttarvøku, í hungri og tosta, mangan í føstu, kaldur og nakin,“ og Paulus nevnir nógv meira.

 

Alt hetta hendi honum, meðan hann var „Í KRISTUSI“. At vera „Í KRISTUSI“ merkir ikki, at so sleppa vit undan royndum. Men av tí at Paulus var „Í KRISTUSI“, varð hann varðveittur, og kanska vóru tað Paulusar seinastu orð, sum hann har skrivaði í 2. Tim. 4,6–8, meðan hann bíðaði eftir at verða tikin av døgum.

 

Hann skrivaði til Timoteusar: „Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað. Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara.“

 

Í KRISTUSI ERU VIT VARÐVEITT ALLAN VEGIN HEIM! LEINGIST TÆR EFTIR, AT KRISTUS SKAL KOMA AFTUR?
Moses Hansen Effie Campbell umsetti